Elias: Vit fínpussa formin áðrenn FM-hálvfinalurnar

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá KÍF, Rana A. Højgaard og annan av toppskjúttunum hjá H71, Elias E. á Skipagøtu seta orð á 14-málssigurin hjá H71 í Kollafirði

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði ikki færri enn 10 mál fyri H71 móti KÍF í kvøld (Savnsmynd)

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði ikki færri enn 10 mál fyri H71 móti KÍF í kvøld (Savnsmynd)

##med2##

Hoyvíkingar rundbankaðu kollfirðingar í høllini í Kollafirði í kvøld. KÍF hevur annars duga væl at spælt H71 seinnu árini, men tað kynstrið hevði KÍF ikki við sær oman í høllina í kvøld.

Hoyvíkingar vunnu heili 39-25. Longu í steðginum var H71 á odda 19-8. Tað nærmasta KÍF kom hoyvíkingum í seinna hálvleiki var ein munur uppá sjey mál.

Úrslitið er eisini góð tíðindi hjá VÍF, Neistanum og StÍF sum kappast við KÍF um tey trý seinastu FM-hálvfinaluplássini. H71 hevur fyri langari tíð síðani tryggjað sær pláss í FM-hálvfinalunum. 

H71 hevur 26 stig. VÍF hevur 20 stig og Neistin hevur 18 stig. KÍF og StÍF hava 17 stig, men StÍF hevur leikt ein dyst færri enn KÍF.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum og taka stutt samanum dystin.

2) Hoyr samrøðuna sum Sjúrður gjørdi við Rana A. Højgaard, ið gjørdist toppskjútti hjá KÍF við sjey málum í kvøld. Rani viðgongur, at hann og liðfelagarnir vóru slettis ikki klárir til stóru uppgávuna í kvøld, og nú hava kollfirðingar gjørt tað torført fyri seg sjálvar.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við annan av toppskjúttunum hjá H71, Elias Ellefsen á Skipagøtu sum saman við Hilmari Leon Jakobsen skoraði 10 mál í kvøld. Elias staðfestir, at teir í H71 eru í holt við at fínpussa formin áðrenn FM-hálvfinalunar, og hann er sera nøgdur við, at teir í H71 vístu hvør dugir er í oddaliðnum.

Mikukvøldið klokkan 20 spæla VÍF og Neistin í Vestmanna. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tí dystinum á FM1. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði ikki færri enn 10 mál fyri H71 móti KÍF í kvøld (Savnsmynd)

(Samrøða: Rani A. Højgaard og Elias E. á Skipagøtu)