Elisabet Vang er nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ

KÍ hevur sett 22 ára gomlu Elisabet Vang í starv sum fysiskur venjari

Mynd: (ki.fo)

Mynd: (ki.fo)

KÍ hevur sett 22 ára gomlu Elisabet Vang í starv sum fysiskur venjari. Hon spælir til dagliga við B36, og hevur spælt á A-landsliðnum hjá kvinnum.

- Elisabet hevur tey seinastu árini verið sera virkin í fitness heiminum í Føroyum og uttanlands, har hon hevur vunnið fleiri kappingar. Hon starvast dagliga sum persónligur venjari og hevur í vetur havt nakrar uppgávur fyri KÍ, sum Mikkjal Thomassen sigur hava eydnast so mikið væl, at KÍ hevur gjørt av at seta Elisabet í starv, skrivar ki.fo.

Seinastu fýra árini hevur Gudmund Danielsen verið kropsligur venjari hjá KÍ. Hann hevur ynskt at halda ein steðg frá starvinum.

- Vit hava verið sera fegin um tað arbeiðið, sum Gudmundur hevur gjørt fyri felagið, og vilja vit takka fyri tíðina saman, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, við heimasíðuna hjá felagnum.

Mynd: (ki.fo)