EM 2020: Her er lutakastið

Lutakastið er tó ikki fullfíggjað, tí enn mangla fýra lond at vinna seg pláss

Lutakastið til EM 2020 endaspælið hevur verið í dag. Tað eru seks bólkar við fýra liðnum. Nummar og tvey í hvørjum bólki sleppa víðar saman við fýra teimum bestu 3’arunum.

Tað mangla framvegis fýra lond at vinna seg til EM-endaspælið, sum verður kring alt Evropa hesaferð. Tí er hetta lutakastið ikki endaligt, og tað blívur ikki minni fløkjasligt av, at onkur átekning er eisini í lutakastinum.

Bólkur A:

Turkaland

Italia

Wales

Sveis

Bólkur B:

Danmark

Finnland

Belgia

Russland

Bólkur C:

Holland

Ukreina

Eysturríki

Georgia, Hvítarussland, Norðurmakedonia ella Kosovo

Bólkur D:

Ongland

Kroatia

Skotland, Ísrael, Norra ella Serbia

Kekkia

Bólkur E:

Spania

Svøríki

Pólland

Bosnia-Hersogovina, Írland, Norðurírland ella Slovakia

Bólkur F:

Týskland

Frakland

Portugal

Ísland, Rumenia, Bulgaria ella Ungarn

*Vinnur Rumenia, so koma teir í bólk C, tí Bukarest er vertsbýur fyri tí bólkinum