EM-dreymurin er ikki møguligur hesaferð - men minni kann eisini gagna

Eitt stig úr seinastu báðum dystunum spælir helst Føroyar í næstu undankappingina - Sí greining av stigatalvunum í undankappingini her

Føroysku leikararnir mistu møguleikan at spæla seg til endaspæl eftir ósigurin ímóti Ukraina - Men enn er alt at spæla fyri

Føroysku leikararnir mistu møguleikan at spæla seg til endaspæl eftir ósigurin ímóti Ukraina - Men enn er alt at spæla fyri

Dysturin Føroyar - Montenegro verður leiktur hósdagin 12. juni klokkan 18.30

Hóast tað tykist lítið sannlíkt at Føroyar skulu spæla EM í 2020, er møguleikin ikki burturi enn.

Tí umframt tey tvey fremstu í hvørjum bólki í undankappingini koma eisini tey fýra bestu liðini, ið enda á triðja plássið í sínum bólki til endaspælið.

Í løtuni sníkir Montenegro seg akkurát við ímillum hesi fýra, men við sigri á Montenegro í morgin fara Føroyar upp á triðja plássið í bólkinum. Tó telja úrslitini ímóti niðasta liðinum í bólkinum ikki við í hesum roknskapinum, so vunnin stig ímóti Montenegro høvdu ikki talt við. Tí hevði kravið verið at vunnið á Danmark, vóna at eingin av hinum liðnum á triðja plássið fær meira enn tvey stig, og at vunnið ein ovurstóran málmun innaftur. Pólland hevur eitt nú tvey stig á triðja plássið í bólki 1, men ein málmun sum er 43 mál betri enn Føroyar. Tí gera føroysku leikararnir rætt í at ikki droyma um endaspæl á hesum sinni.

 

Eitt stig afturat hevði havt risastóran týdning

Men har er enn eitt roknistykkið, ið ger seg galdandi fyri Føroyar.

Tí tey fýra londini, ið fáa vánaligast úrslit í undankappingini, skulu spæla sonevndu "fasu 1" Altso eina undankapping fyri at sleppa í undankappingina.
Og hetta stríðið er tætt. Í løtuni hava Føroyar 1 stig. Tað hevur Belgia eisini, men Belgia hevur 8 mál meira í málúrtøku. Síðani hava Slovakia, Estland og Finnland einki stig fingið enn, og tað er ikki sannlíkt at tey fáa tað.
Beint omanfyri Føroyar í savnaða rokniskapinum eru Pólland, Kosova, Serbia, Grikkaland, Niðurlond, Rumenia og Litava, ið øll hava fingið tvey stig fyri fyrstu fýra dystirnar.
Sannlíkt er tí, at fáa Føroyar eittans stig afturat ímóti Montenegro ella Danmark, so skava Føroyar seg upp um tey fýra niðastu, og so er tað vist at Føroyar sleppa at spæla undankapping aftur.
Um tað ikki eydnast at fáa stig krevst at føroyingar eru meira enn 8 mál betri enn Belgia í tveimum seinastu umførunum, umframt at liðini niðanfyri Føroyar á  hesi stigatalvuni skulu tapa sínar dystir. (Sí stigatalvu niðanfyri)

Meginparturin av landsliðshópinum fylgdi gongdini ímillum Danmark og Ukraina fyrr í kvøld. Spurdir um teir hugsa um stigatalvuna og líkindi gjørdu leikararnir greitt fyri in.fo, at teir skulu bara fara eftir at vinna báðar dystirnar og so síggja hvussu langt tað røkkur.

Kjartan Johansen segði við in.fo eftir venjingina fyrr í dag, at hann vónar í minsta lagi eitt stig, fyri at sleppa undan at spæla undankapping til komandi undankapping.

 

Soleiðis síggja stigatalvurnar út ímillum botnliðini í undankappingini eftir fyrstu fýra dystirnar:

Land - málúrtøka - stigatal

Pólland +10 mál 2 stig

Niðurlond -2 mál 2 stig

Serbia -9 mál 2 stig

Rumenia -14 mál 2 stig

Grikkaland -19 mál 2 stig

Litava -20 mál 2 stig

Kosova -43 mál 2 stig

Belgia - 22 mál 1 stig

Føroyar -30 mál 1 stig

Slovakia -16 mál 0 stig

Finnland -29 mál 0 stig

Estland -33 mál 0 stig

 

 

 

Føroysku leikararnir mistu møguleikan at spæla seg til endaspæl eftir ósigurin ímóti Ukraina - Men enn er alt at spæla fyri