EM endaspælið verður útsett

Fótbóltssambond kring Europa vilja heldur hava, at tað í summar verður tíð til at spæla í landskappingunum heldur enn í EM endaspæli

Í morgin, týsdagin, verður kreppufundur í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA. Korona órógvar bæði landskappingar og landsdystir, og greiða skal fáast á, hvat nú er til ráða at taka..

Tey 55 limalondini í UEFA skulu í morgin eitt nú taka støðu til, hvussu tað verður við EM endaspælinum í summar. Danska blaðið BT visti fyrr í kvøld at siga, at UEFA hevur avlýst allar bókingar á gistingarhúsum í Keypmannahavn í summar. Skráin sigur, at allir tríggir dystirnir í bólkaspælinum hjá Danmark skulu vera í Parkini.

Financial Times veit í kvøld at siga, at tað í morgin verður avgjørt at útseta EM endaspælið. Tað er ikki greitt, um tað verður útsett til seinni í ár ella til á sumri í 2021.

Fleiri fótbóltssambond hava givið til kennar, at tey ynskja heldur, at tað vera stundir at fáa útsettu landskappingarnar væl og virðiliga frá hondini, enn at EM endaspælið verður frá 12. juni og fram til 12. juli.