EM: Fleiri stríðast fyri torskildari OL-luttøku (yvirlit og frágreiðing)

Seinasta OL-plássið liggur til Ungarn - men nógv kann henda enn. in.fo roynir at greiða frá støðuni her

Ymir Örn Gíslason og Ísland hava framvegis ein lítlan møguleika fyri OL-luttøku

Ymir Örn Gíslason og Ísland hava framvegis ein lítlan møguleika fyri OL-luttøku

Hóast stríðið um hálvfinalurnar í EM nú er vorðið væl einfaldari, er framvegis torskildur spenningur um hvør skal vinna sær pláss í OL-undankappingini.

Sí eisini:

EM: Favorittar bresta saman í seinastu royndini áðrenn hálvfinalur (stroyming, skrá og støða)

Upp í átta lið úr Evropa sleppa við til OL-undankappingina, umframt at Heimsmeistarin, Danmark og komandi Evropameistarin sleppur beinleiðis við.

Tey seks næstu liðini eftir Danmark við seinasta HM, hava longu tryggjað sær pláss í OL-undankappingini.

Tey eru Norra, Frakland, Týskland, Svøríki, Kroatia og Spania.

Bert eitt pláss eftir

Sostatt vóru tvey pláss afturat, at spæla um, men eitt av hesum er longu tryggjað.

Tí Slovenia skal nú eisini teljast upp í hesi londini, tí tey eru tryggjaði at enda millum tey bæði næstu londini.

Ungarn liggur til at taka seinasta plássið, men Portugal kann yvirhála. Tað krevur at Portugal vinnur á Ungarn, samstundis sum Ísland ikki vinnur.

Vinna Norra, Spania ella Kroatia EM verður teirra pláss í undankappingini til OL givið til næsta liðið á listanum við seinasta HM. Tað er Egyptaland, sum endaði nummar níggju. Tí  gevur hetta ikki eitt eyka evropiskt pláss.

Kanska eitt pláss afturat

Men vinnur Ungarn ella Slovenia EM, verður eitt eyka pláss givið. Tað fer so til sjeynda plássið í EM.

Sjeynda plássið fer til tað liðið, sum endar nummar fýra í sínum bólki, og hevur betri málmun enn nummar fýra í hinum bólkinum.

Her hevur eitt nú Ísland ein møguleika. Vinnur Ungarn, kann Ísland stjala fjórða plássið við sigri á Svøríki í dag.

Vinnur Slovenia EM, sær truplari út. Tá skal Ísland yvirhála bæði Ungarn og Portugal í dag, og tað krevur at Ísland endar javnt í stigum við bæði Ungarn og Portugal og hevur best innanhýsis málúrtøku av hesum londum. Tað fer at krevja, at Portugal vinnur við 12 málum ímóti Ungarn í dag.

Hvítarussland og Eysturríki spæla um fjórða plássið í bólki 1, men hava í løtuni so ringan málmun, at tað verður trupult at taka fýraran frá bólki 2 aftur.

Skilti tú ikki? - Tað ger einki

Har er altíð nógv at taka atlit við kappingarskipanini, sum valdar í EM-endaspølunum, men í øllum førum kann hondbóltsfjepparan gera seg til reiðar til fleiri spennandi – og møguliga sera avgerandi dystir í dag.

Allir dystirnir kunnu síggjast í Føroyum á stroymingini hjá EHF. Trýst á dystirnar niðanfyri, fyri beinleiðis leinki til dystirnar.

Klokkan 15.00 Kroatia - Spania

Klokkan 15.00 Portugal – Ungarn

Klokkan 17.15 Hvítarussland - Eysturríki

Klokkan 17.15 Norra – Slovenia

Klokkan 19.30 Kekkia – Týskland

Klokkan 19.30 Ísland - Svøríki

Stigatalvan áðrenn seinastu dystirnar í høvuðsumfarinum í dag

 

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Spania4168
Kroatia4148
Týskland4124
Eysturríki4-172
Hvítarussland4-222
Kekkia4-130
Bólkur 2MálmunurStig
Norra198
Slovenia96
Ungarn-64
Portugal-42
Ísland-92
Svøríki-92

Ymir Örn Gíslason og Ísland hava framvegis ein lítlan møguleika fyri OL-luttøku