EM-flogbóltur: Føroyar-Skotland á FM1 klokkan 19 í kvøld

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá EM-dystinum fyri smátjóðir millum Føroyar og Skotland. Jens Heri B. Mortensen verður viðmerkjari

Her sæst Óli G. Samuelsen tá hann segði frá EM-kappingini fyri smátjóðir hjá kvinnunum

Her sæst Óli G. Samuelsen tá hann segði frá EM-kappingini fyri smátjóðir hjá kvinnunum

Føroyar fingu eina góða byrjan í EM-kappingini fyri smátjóðir í mansflogbólti ígjár.

Føroyar vunnu tryggan 3-0 sigur á Grønlandi við settúrslitunum 25-16, 25-14, 25-18. Fyrr á degnum vann Ísland 3-1 á Skotlandi við settúrslitunum 25-19, 22-25, 23-25, 22-25.

Klokkan 19 í kvøld er væntandi, at føroyska manslandsliðið fær meira mótstøðu tá Skotland er hinumegin netið.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Skotland á FM1. Viðmerkjari verður royndi flogbóltsspælarin, Jens Heri Bolstad Mortensen.

FM1 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

Hæddarpunkt og samrøður koma út á in.fo seinni í kvøld. 

Ísland og Grønland spæla klokkan 16 í dag.

Her sæst Óli G. Samuelsen tá hann segði frá EM-kappingini fyri smátjóðir hjá kvinnunum