EM-flogbóltur: Ísland vann 3-0 á Grønlandi

Ísland vunn dystin ímótir Grønlandi 3-0, men tað var tætt við, at Grønland vann fyrsta settið, tí teir førdu 24-23, men taptu so 26-24.

Settini endaðu 26-24, 25-21 og 25-20.
Klokkan 19,00 skal Føroyar spæla ímóti Skotlandi, sum í gjár tapti 3-1 ímóti Íslandi. Dysturin í dag skal vinnast, um Føroyar skulu hava møguleika at bjarga sær 1. plássið í kappingini.

##med2##
Dysturin í kvøld kann síggjast á hesu leinkjuni: https://kvf.fo/live/2
fbf.fo/em--menn-2019

Dystarskráin verður henda restina av kappingini:
 
Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland