EM: Ísland og Norra bresta saman í torskildum dysti - sí stroyming og frágreiðing

Norra kann tryggja hálvfinaluna við sigri á Íslandi, meðan Ísland kann halda fast í vónini um hálvfinalunum - og OL

(rættað)

Gøran Johannesen og Norra hava greiðasta setningin av øllum í dag.

Gøran Johannesen og Norra hava greiðasta setningin av øllum í dag.

Ein misskiljing er rættað í greinini klokkan 17.00. in.fo skrivaði fyrr í dag, at Norra hevði tryggjað sær hálvfinaluna. Hetta er ikki rætt. Norra skal vinna á Íslandi í dag fyri at tryggja seg víðari.

Í dag snýr tað seg aftur um bólk 2 í høvuðsumfarinum í EM í ḿanshondbólti, og hann er framvegis opin, og sera torskildur. In.fo skal her niðanfyri royna at fáa greiða á, hvat liðini í bólkinum spæla fyri.

Slovenia

Í løtuni spæla Slovenia og Portugal avgerandi dyst, har Slovenia kann taka eitt risastórt fet ímóti hálvfinalunum um tað eydnast at vinna dystin, sum er javnur í løtuni. Slovenia skal vinna í dag og í morgin, og so vóna at Ungarn ikki fær fulla úrtøku samstundis.

Ísland

Íslendingar vóna, at Portugal vinnur dystin á Slovenia, tí so hevur Ísland framvegis møguleika at yvirhála Slovenia. Tað fer kortini eisini at krevja, at Slovenia tapir ímóti Norra í morgin, meðan Ungarn eisini tapir báðar sínar dystir.

Og so skal Ísland eisini vinna báðar sínar seinastu dystir. Ímóti Norra í dag klokkan 17.15 og í morgin ímóti Svøríki. Enn ein møguleiki er at yvirhála Norra. Tað krevur ein sigur í dag, og at Slovenia vinnur á Norra í morgin.

Portugal

Portugal kann eisini framvegis røkka hálvfinaluni. Tað krevur sigur í dag og í morgin, og so at Ísland ikki vinnur báðar sínar dystir.

Ungarn og Norra hava greiðasta setningin.

Setningurin hjá Ungarn er greiður. Sigur í dag og í morgin, so er Ungarn í hálvfinaluni.

Norra kann tryggja sær hálvfinaluna við sigri á Ìslandi í dag. Vinnur Norra norðurlendska dystin ímóti Íslandi og so ímóti Slovenia í morgin, tryggjar Norra fremsta plássið í bólkinum, og skal hitta nummar tvey úr bólki 1.

Tað verður annaðhvørt Kroatia ella Spania. Tey bæði liðini spæla um fremsta plássið í morgin.

Svøríki er úti

Triði dysturin í dag, er ímillum Svøríki og Ungarn. Svøríki kann ikki røkka hálvfinalunum og hevur longu tryggjað sær pláss í undankappingini til OL, so svensku vertirnir hava í roynd og veru einki at spæla fyri longur.

Spæla eisini um OL

OL-undankappingin er ein eyka vinningur at spæla um, og eitt nú Ísland man hava hetta sum næsta málið, um úrslitini ikki fella teirra veg.

Tvey pláss til OL-undankappingina eru at spæla um. Spania, Kroatia, Týskland og Svøríki eru longu við, orsakað av úrslitunum í HM í fjør.

Tær báðar tjóðirnar sum - umframt hesar omanfyri - enda ovast við hetta EM-endaspælið, sleppa við í OL-undankappingina.

Skilti tú ikki? Tað ger einki

Sum sæst omanfyri, er framvegis nógv at spæla um hjá hinum fimm liðunum, so um ein leggur í torskilda roknistykkið ella ikki, so er tað er eitt gott hugskot at trýsta á dystirnar niðanfyri, har dystirnir vera stroymdir beinleiðis frá evropiska hondbóltssambandinum, EHF.

Klokkan 15.00 Portugal - Slovenia

Klokkan 17.15 Ísland - Norra

Klokkan 19.30 Svøríki - Ungarn

Støðan (Innanhýsis dystir eru avgerandi fyrst, so málmunurin hevur í løtuni einki at siga. Eitt nú er Ungarn betri innanhýsis ímóti Slovenia)

 

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Spania4168
Kroatia4148
Týskland4124
Eysturríki4-172
Hvítarussland4-222
Kekkia4-130
Bólkur 2DystirMálmunurStig
Norra4166
Slovenia444
Ungarn402
Portugal412
Ísland4-62
Svøríki4-150

Gøran Johannesen og Norra hava greiðasta setningin av øllum í dag.