EM: Kroatia og Týskland spæla lykladyst í kvøld (støða, skrá og stroyming)

Kroatia og Tỳskland bresta í kvøld saman í beinleiðis stríði um hálvfinalupláss

Kroatisku fjeppararnir droyma seg aftur til gullárini fyrst í øldini - og aftur í hálvfinalurnar eins og í EM 2016 og HM 2017

Kroatisku fjeppararnir droyma seg aftur til gullárini fyrst í øldini - og aftur í hálvfinalurnar eins og í EM 2016 og HM 2017

Í dag snýr EM í manshondbólti seg aftur um bólk 1 í høvuðsumfarinum.

Áðrenn EM-endaspælið spáddi serfrøðin, at Spania og Týskland fóru at sleppa í hálvfinalurnar úr hesum bólki, við Kroatia sum møguligum avbjóðara, og so hevur tað eisini verið.

Spania hevur smildrað alla mótstøðu á leiðini - millum annað Týskland við sjey málum, og er nú stórfavorittur at endurvinna EM-heitið, sum Spania vann í 2018.

Kroatia hevur eisini vunnið allar sínar dystir, men Týskland verður í dag sterkasta mótstøðan higartil hjá Luka Cindric, Domagoj Duvnjak og hinum størnunum á spennandi kroatiska liðnum, sum vónar at røkka aftur á tindarnar sum góvu OL-gull í 1996 og 2004 og HM-gull í 2003. Seinastu árini hevur tað verið nær við, men nú hungra kroatar eftir enn betri úrslitum enn EM-bronsuna í 2016 og fjórða plássið í HM í 2017.

Týskland hevur bert tapt henda eina dystin ímóti Spania enn, og kann við sigri á Kroatia í dag leggja seg á avgerandi næstfremsta plássið við betri innanhýsis úrslitið enn Kroatia.

Týskland er eisini svangt at leggja afturat EM-gullinum frá 2016, men verður tað ikki til tvey stig ímóti Kroatia verður hetta so at siga ógjørligt.

Evropiska hondbóltssambandi stroymir allar dystirnar fyri føroyingum á EHFTV.com. Sí skrá og beinleiðis leinki niðanfyri stigatalvurnar.

Støðan í høvuðsumfarinum (Tvey tey fremstu í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar):

 

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Spania2134
Kroatia2124
Týskland212
Eysturríki2-12
Kekkia2-90
Hvítarussland2-160
Bólkur 2DystirMálmunurStig
Norra2134
Slovenia254
Portugal242
Ungarn2-12
Ísland2-90
Svøríki2-120

Dagsins dystir (Trýst á dystirnar fyri at sleppa til beinleiðis stroyming hjá EHF):

Klokkan 15.00: Hvítarussland - Kekkia

Klokkan 17.15: Spania - Eysturríki

Klokkan 19.30: Kroatia - Týskland

Kroatisku fjeppararnir droyma seg aftur til gullárini fyrst í øldini - og aftur í hálvfinalurnar eins og í EM 2016 og HM 2017