EM-lutakast: Ynskja okkum Belgia - óttast Portugal

in.fo vónar at Føroyar sleppa í bólk við Belgia og sleppa undan Portugal

EM-lutakast verður klokkan 16.00 í dag. Føroyar eru í potti fýra

EM-lutakast verður klokkan 16.00 í dag. Føroyar eru í potti fýra

Í dag klokkan 16.00 verður drigið lut um bólkarnar í undankappingina til EM í manshóndbolti 2020.

FM1 fylgir lutakastinum beinleiðis

Føroyar eru í niðasta av teimum fýra styrkisbólkinum, og mótstøðuliðini verða tí øll styrkismett hægri enn Føroyar.

32 lið eru styrkismett í 4 bólkar og eru Føroyar er styrkismett í fjórða bólki. Liðini sum enda nummar eitt og tvey í bólkunum koma víðari saman við fýra teimum bestu trýarunum. Bólkarnir síggja soleiðis út:

1 Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.
2 Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.
3 Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.
4 Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.

Skulu Føroyar vera ímillum hesi 20, sum sleppa í endaspælið so krevst helst eitt ávíst hepni í lutakastinum. Serliga við mótstøðuliðnum úr styrkisbólki 3, har Belgia tykist sum greitt veikasta liðið.

in.fo óttast serliga Sveis úr styrkisbólki 3.

Úr styrkisbólki 2 er ein tjóð, ið eingin vil hitta. Portugal prógvaði í EM-endaspælinum í januar, at eingin kann kenna seg tryggan ímóti nýggjasta avbjóðarunum í topphondbólti.

Harafturat tykjast Hvítarussland og Eysturríki sterk fyri tíðina.

in.fo heldur at tað hevði ikki verið so galið við tveimum dystum afturat ímóti Montenegro - og vunnið á teimum hesaferð.

Úr styrkisbólki 1 er tykist Kekkia kanska veikast, men in.fo vónar her heldur at síggja Føroyar royna seg ímóti heimsstjørnum.

Tí vónar in.fo, at Føroyar koma í bólk við Frakland, ið eins og Føroyar, kann hugsast at verða mannað við fleiri leikarum, ið spældu U21-HM fyri trimum árum síðani.

FM1 fylgir lutakastinum beinleiðis. Evropiska hondbóltssambandið stroymir lutakasti á youtube, ið kann síggjast niðanfyri.

##med2##

 

 

EM-lutakast verður klokkan 16.00 í dag. Føroyar eru í potti fýra

Qualifiers Draw | Men's EHF EURO 2022