EM-lutakastið í manshondbólti beinleiðis á FM1 týsdagin

Frá klokkan 16.05 hevur Sjúrður H. Hoydal Mark Marcher frá HSF og landsliðsspælaran, Helga H. Hoydal í studionum hjá FM1

Sjúrður H. Hoydal reikar fyri einari beinleiðis sending á FM1 týsdagin klokkan 16.05, har fylgt verður við EM-lutakastinum í manshondbólti

Sjúrður H. Hoydal reikar fyri einari beinleiðis sending á FM1 týsdagin klokkan 16.05, har fylgt verður við EM-lutakastinum í manshondbólti

Í morgin klokkan 16 verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

32 lið eru styrkismett í 4 bólkar og eru Føroyar er styrkismett í fjórða bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari saman við fýra teimum bestu 3´arunum. Bólkarnir síggja soleiðis út.

1 Noreg, Svøríki, Danmark, Týskland, Frakland, Slovenia, Kekkia og Ísland.


2 Eysturríki, Hvítarussland, Portugal, Norðurmakedonia, Serbia, Russland, Montenegro og Holland.


3 Sveis, Litava, Rumenia, Bosnia og Hersegovina, Ukraina, Lettland, Pólland og Belgia.


4 Finnland, Italia, FØROYAR, Turkaland, Ísrael, Estland, Grikkaland, Kosovo.

Frá klokkan 16.05 fylgir reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal lutakastinum beinleiðis saman við Mark Marcher frá HSF, og Helga H. Hoydal, landsliðsspælara í Rásarúminum hjá FM1.

Lurtararnir kunnu senda viðmerkingar og spurningar inn til nummar 559999.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7. FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7

Sjúrður H. Hoydal reikar fyri einari beinleiðis sending á FM1 týsdagin klokkan 16.05, har fylgt verður við EM-lutakastinum í manshondbólti