EM: Norra mundi komið sær í trupulleikar hóast 7-0 ímóti Íslandi

Norra vant burtur úr Íslandi fyrsta korterið av dystinum, men ungir íslendingar hóttu við sensasjónini

Sander Sagosen og Norra vunnu aftur tryggan sigur, hóast ungir íslendingar hóttu

Sander Sagosen og Norra vunnu aftur tryggan sigur, hóast ungir íslendingar hóttu

Norra - Ísland 31-28

Norra var favorittur ímóti Íslandi í dystinum, sum kundi gerast avgerðandi fyri hálvfinalurnar í EM

Sí eisini:

EM: Ísland og Norra bresta saman í torskildum dysti - sí stroyming og frágreiðing

Norra spældi fyrsta dystin uttan stjørnuna á høgra bakki, Magnus Rød, sum er úti av EM við skaða, men hetta skakaði ikki norska spælið í fyrra hálvleiki.

Tað gingu í roynd og veru ikki fleiri enn tríggir minuttir, áðrenn Norra hevði vunnið sær avgerandi munin.

Ísland byrjaði dystin við at tveita bóltar burtur, og Norra byrjaði við at revsa eirindaleyst.

Longu eftir hálvan triðja minutt mátti Guðmundur Guðmundsson taka fyrsta time-outið. Tá var støðan longu 4-0 til Norra.

Nú fór Ísland at koma til skot, men Torbjørn Bergerud í norska málinum fór eisini at bjarga. 6-0 til Norra eftir fimm minuttum.

Ísland fór nú eisini at fáa bjargingar, men hetta var ikki gagnnýtt, og støðan gjørdist 7-0 til Norra.

Tá ið klokkan vísti 8 minuttir og 50 sekund fingu íslendingar fyrsta málið. Tað var Aron Pálmarsson, sum setti eitt hoppiskot inn og minkaði niður í 7-1 til Norra.

Ísland tók enn eitt time-out eftir góðar 14 minuttir. Tá var munurin øktur upp í 11-3 til Norra.

Liðini bæði fóru at skiftast at skora næstu løtuna – áðrenn Norra aftur fór at økja.

Íslendsku talentini fáa skil á

Verjurnar báðar dovnaðu nakað. Ísland skifti stjørnurnar, Aron Pálmarsson, Alexander Petersson og Guðjón Val Sigurðsson út fyri eitt nú 18 ára gamla stórtalentið, Haukur Þrastarsson og 22 ára gamla Elvar Örn Jónsson. Og tað riggaði væl í løtum.

Í hinum endanum var norska heimsstjørnan, Sander Sagosen, kortini í stórformi og hugnaði sær við framúr málum og uppleggum.

Munurin var framvegis sjey mál tá ið farið var til hálvleikssteðgin. Norra á odda 19-12.

Seinni hálvleikur byrjaði ikki eins og fyrri, og fyrsta løtan eftir steðgin var hin besta hjá Íslandi, sum framvegis spældi uttan heilt stóru stjørnurnar.

Ungir íslendingar hótta

Verjan stóð betri og ungi málverjin, Viktor Halgrímsson fann fleiri bjargingar fram.

Munurin minkaði niður í fimm mál eftir fýra minuttum av seinna hálvleiki, Norra tóktist nakað trýst, og mátti stríðast hart fyri at sleppa til møguleikar.

Ungu íslendingarnir gagnnýttu í álopinum og minkaðu niður í 20-16 og munurin lá um eini fýra og fimm mál næstu løtuna.

Eftir 42 minuttum misnýttu íslendingar møguleikan at minka niður í trý mál ímóti Torbjørn Bergerud, og Norra tók time-out.

Men íslendska verjan helt fram og tvingaði Sander Sagosen til at troka løtuna eftir time-outið. Í hinum endanum fekk Cristian o’Sullivan eina útvísing, og nú tevjaðu íslendingarnir blóð.

Ólafur Guðmundsson høgdi eitt langskot inn og minkaði um munin niður í trý mál fyri fyrstu ferð síðani annan minuttin av dystinum.

Sagosen kemur fyri seg

Munurin helt sær nú á trimum og fýra málum næstu løtuna, og veruligur spenningur valdaði tá ið 19 ára gamli íslendski málverjin Viktor Hallgrímsson stórbjargaði frá Sander Sagosen og Ísland hevði møguleikan at minka niður í tvey.

Tað eydnaðist ikki í hesi atløguni. Norska verjan ressaðist og tá ið fyrst íslendingar misnýttu ein skjótálopsmøguleika og síðani Sagosen í hinum endanum økti upp í 29-24 við færri enn sjey minuttum eftir, líktist tað endaligu avgerðini.

Íslendska verjan varðveitti ein evarska lítlan spenning eina løtu, men norska verjan forðaði fyri øllum vanda.

Norra (næstan) víðari – Ísland úti

Dysturin endaði 31-28 til Norra eftir at Ólafur Guðmundsson setti enn eitt langskot inn í allarseinasta sekundinum.

Ísland kann nú ikki røkka hálvfinaluni og Norra er so at siga í hálvfinaluni.

Einasti møguleikin fyri at at Norra kann missa hálvfinaluna er, at Ungarn vinnur á Svøríki í kvøld og Portugal í morgin – og Norra samstundis tapir við minst 13 málum ímóti Slovenia í morgin.

Ísland hevur heldur ongan veruligan møguleika at røkka olympisku leikunum nú, men eru avrikini hjá ungu íslendingunum í seinna hálvleiki í dag ein ábending, so skal hondbóltsheimurin venja seg við eitt íslendskt lið, sum fer at hótta tey størstu hesi komandi árini.

h3.cjk { font-family: "Noto Sans CJK SC" } h3.ctl { font-family: "Lohit Devanagari" } p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115% } a:link { so-language: zxx }

Sander Sagosen og Norra vunnu aftur tryggan sigur, hóast ungir íslendingar hóttu