EM: Sóu vit finaluna í gjár? - Hálvfinalur í morgin

Alt er til reiðar til hálvfinalurnar í EM í manshondbólti í morgin

Norra spardi nógvar spælarar í gjár. Tað gav millum annað pláss til fyrrverandi Viking Stavanger-leikaran, Alexandre Blonz

Norra spardi nógvar spælarar í gjár. Tað gav millum annað pláss til fyrrverandi Viking Stavanger-leikaran, Alexandre Blonz

Eftir dagin í gjár kenna vit nú teir fýra hálvfinalistarnar í EM í manshondbólti.

Hálvfinalurnar verða hesar, og tær verða leiktar fríggjadagin hesar klokkutíðir:

Klokkan 17.00: Norra - Spania

Klokkan 19.30 Spania - Slovenia

Bronsudystur verður í morgin, og sjálv EM-finalan verður sunnudagin klokkan klokkan 15.00.

Serstakt við hesum hálvfinalistum er, at hesi fýra liðini hittust í sínum bólkum í gjár.

Spania og Kroatia spældu í gjár javnleik, 22-22, og Norra vann 33-30 á Slovenia.

Felags fyri dystirnar báðar var kortini, at øll fýra liðini frammanundan vóru tryggjaði, at sleppa í hálvfinalurnar, og tað var synd at siga, at liðini vildu spæla síni sterkastu kort longu í gjár.

Eitt nú í dystinum ímillum Norra og Slovenia vóru leikarar sum Sander Sagosen, Dean Bombac, Jure Dolenec og fleiri aðrar stjørnur spardar allar dystin.

Hjá Spania var støðan hin sama, hóast flestu stóru leikararnir sluppu at inn at snodda spælið eina løtu.

Hjá Kroatia var serliga merkt, at heimsstjørnan úr Barcelona, Luka Cindric, ikki bert var spardur. Hann var veruliga skaddur.

Hóast hann er ein av bestu leikarunum í heiminum, eru nógvir aðrir at lyfta byrðina á miðjuni hjá Kroatia. Tí Kroatia hevur longu tvær heimsstjørnur á miðjuni. Nevnliga Domagoj Duvnjak og Igor Karacic.

Igor Karacic stóð eisini fyri tíggju av kroatisku málunum ímóti Spania, og var avgerandi fyri at Kroatia vendi dystinum frá 19-13 til Spania, til endaliga úrslitið 22-22.

Men sum nevnt. Tað er trupult at spáa um hálvfinalurnar eftir loyndarfulla spælinum í gjár.

Niðanfyri síggjast samanumtøkur frá EHF:

 

 

Norra spardi nógvar spælarar í gjár. Tað gav millum annað pláss til fyrrverandi Viking Stavanger-leikaran, Alexandre Blonz

Samandráttur: Kroatia - Spania 22-22

Samandráttur: Norra - Slovenia 33-30