EM: Svøríki sendi Norra í hálvfinalurnar

Næstseinasti dagurin í høvuðsumfarinum er farin afturum, og nú vantar bert ein hálvfinalistur at finnast

Jim Gottfridsson og Svøríki reistu seg ímóti Ungarn í dag og sendu Norra víðari

Jim Gottfridsson og Svøríki reistu seg ímóti Ungarn í dag og sendu Norra víðari

Ungarn kundi í dag taka eitt stórt fet ímóti EM-hálvfinaluni, tá ið Ungarn spældi ímóti Svøríki í Malmö.

Svenski hondbóltsheimurin hevur verið í døpurhuga síðani Portugal hølvaði Svøríki av, og Svøríki hevði als einki at spæla fyri í dag.

Sí hvat liðini høvdu at spæla fyri í dag við at trýsta HER.

Men sviar reistu seg í dag. Eftir ein javnan dyst sum bar brá av, at hetta var sætti dysturin upp á tíggju dagar hjá svium og 11 dagar hjá ungarum, skrædnaði alt seinasta korterið.

Tá ið farið var inn í seinasta fjórðingin av dystinum var støðan 18-18, men sviar skoraðu nú seks mál ímóti ongum, og vunnu dystin 24-18.

Ungarn hevur framvegis møguleikan at spæla seg víðari. Tað krevur, at Ungarn vinnur á Portugal í morgun og at Norra vinnur á Slovenia.

Tað talar kortini ikki fyri møguleikarnar hjá Ungarn, at liðið tóktist troytt í dystinum sum endaði um níggjutíðina í kvøld. Dysturin ímóti Portugal er longu klokkan trý í morgin.

Norra og Slovenia spæla í morgin klokkan eitt korter til seks.

Støðan áðrenn seinasta dagin í bólkaspælinum:

(Innanhýsis úrslit telja, um tvey lið enda jøvn. Ungarn er betri innanhýsis enn Slovenia, og yvirhálar tí, um bæði liðini enda á seks stigum í morgin)

 

Bólkur 1DystirMálmunurStig
Spania4168
Kroatia4148
Týskland4124
Eysturríki4-172
Hvítarussland4-222
Kekkia4-130
Bólkur 2DystirMálmunurStig
Norra4198
Slovenia496
Ungarn4-65
Portugal4-42
Ísland4-92
Svøríki4-92

Jim Gottfridsson og Svøríki reistu seg ímóti Ungarn í dag og sendu Norra víðari