EM-undankapping: Ungt føroyskt landslið er til reiðar at spæla ímóti Pólland

Seks leikarar fáa sín fyrsta A-landsdyst ímóti sterkari pólskari mótstøðu í annaðkvøld

Durita Toftum Joensen er ein av sjey ungum leikarum, ið fáa sín fyrsta A-landsdyst mikukvøldið - Á myndini vinna hon og U20-landsliðið á Turkalandi á vári 2018.

Durita Toftum Joensen er ein av sjey ungum leikarum, ið fáa sín fyrsta A-landsdyst mikukvøldið - Á myndini vinna hon og U20-landsliðið á Turkalandi á vári 2018.

Føroyar byrja undankappingina ímóti EM í 2020 mikukvøldið klokkan 19.30

- FM1 sigur beinleiðis frá dystinum í Póllandi

EM verður í Noregi og Danmark í desember 2020, og skulu føroysku kvinnurnar royna seg í grannalondunum, skulu fleiri sensasjónir finnast fram.

Tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg til EM-endaspælið. Føroyar eru í bólki 7, har fyrst og fremst Rumenia og so Pólland eru favorittar. Seinasta liðið er Ukraina.

Føroyar spæla eisini ímóti teimum báðum favorittunum í vikuni, og í løtuni er hópurin umborð á flogfari til Gdansk, hagani leiðin gongur til Kwidzyn, har Pólland hevur heimavøll mikukvøldið.

Hósmorgunin eftir dystin gongur leiðin heim aftur og farið verður undir seinastu fyrirekingarnar til dystin ímóti Rumenia sunnudagin klokkan 17.00.

Nógvar broytingar eru á liðnum. Sjey leikarar spæla sín fyrsta undankappingardyst á A-landsliðnum. Tær eru Annika Fríðheim Petersen, Durita Toftum Joensen, Guðrið á Borg, Lív S. Poulsen, Marita Mortensen, og Fríða á Dunga. Harafturat eru Margit Fríðmundsdóttir Weihe og Siw Matras Larsen aftur á landsliðnum, í mun til hópin, ið spældi undankapping í Sveis fyri knøppum ári síðani.

 

Dysturin Pólland - Føroyar byrjar klokkan 19.30 mikukvøldið og kann millum annað fylgjast á FM1, umframt stroyming frá evropiska hondbóltssambandinum á ehftv.com

 

Hesar manna føroyska liðið mikukvøldið:

Málverjar:
Margit Weihe Frímundsdóttir, Neistin
Annika Fríðheim Petersen, H71

Strikuleikarar:
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Durita Toftum Joensen, H71

Høgru vengur:
Halla Skylv Midjord, Kyndil
Guðrið á Borg, H71

Bakkar:
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Lív S. Poulsen, Ikast/Herning
Marianna Geirsdóttir Eystbert, Kyndil
Marita Mortensen, H71
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted

Spælskiparar:
Maria H. Weyhe, H71
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Vinstru vengur:
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Fríða á Dunga, Neistin

 

 

Durita Toftum Joensen er ein av sjey ungum leikarum, ið fáa sín fyrsta A-landsdyst mikukvøldið - Á myndini vinna hon og U20-landsliðið á Turkalandi á vári 2018.