Endiliga ein NEVZA sigur til Føroyar (FM1)

(FM1) Hoyr Lars Engell U19 kvinnulandsliðsvenjara, og Elsu Samuelsen, spælara seta orð á 3-1 sigurin á Íslandi í NEVZA kappingini í Finnlandi

U19 kvinnulandsliðsvenjarin í flogbólti, Lars Engell og Elsa Samuelsen kunnu fegnast um ein sigur í NEVZA kappingini (Mynd: Óli G. Samuelsen)

U19 kvinnulandsliðsvenjarin í flogbólti, Lars Engell og Elsa Samuelsen kunnu fegnast um ein sigur í NEVZA kappingini (Mynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Aftaná trý tap móti Finnlandi, Danmark og Onglandi í bólkaspælinum vunnu føroysku U19 flogbóltskvinnurnar dystin um at sleppa undan at enda á sjeynda og aftasta plássinum í NEVZA kappingini, ið er í Finnlandi í hesum døgum.

Føroyska kvinnurnar spældu illa í fyrsta settinum og taptu settið, men so tóku kvinnurnar og betraðu sítt spæl og vunnu dystin 3-1, ið merkir, at kvinnurnar skulu spæla móti Onglandi um fimta plássið.

Føroyar-Ísland 3-1 (17-25, 25-22, 25-20, 25-17)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í tí fjórða og avgerandi settinum.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við besta føroyska spælaran, Elsu Samuelsen sum er fegin um, at fyrsti sigurin er komin til høldar.

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við venjaran, Lars Engell, ið ikki var so fegin um tvey tey fyrstu settini, men um heldur avgjørdur, at føroysku kvinnurnar spældu framúr væl í triðja og í fjórða setti. Hesaferð fer Lars Engell at spæla við sterkastu uppstilling móti Onglandi. Í dystinum Føroyar taptu 1-3 móti Onglandi í bólkaspælinum lat Lars Engell allar spælararnar fáa møguleikan. 

Føroysku U19 mennirnir taptu 1-3 móti Íslandi. 

Ísland-Føroyar 3-1 (25-23, 17-25, 25-21, 25-19)

Í morgin klokkan sjey á morgni føroyska tíð spæla føroysku kvinnurnar móti Onglandi. Klokkan níggju, stutt aftaná kvinnudystin spæla føroysku mennirnir móti Onglandi.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá báðum dystunum á FM1.

 

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.

 

 

U19 kvinnulandsliðsvenjarin í flogbólti, Lars Engell og Elsa Samuelsen kunnu fegnast um ein sigur í NEVZA kappingini (Mynd: Óli G. Samuelsen)

(Samrøður: Elsa Samuelsen og Lars Engell aftaná 3-1 sigur á Íslandi)