Endiliga harpiks um hendurnar aftur

Illveðrið í Føroyum longdi um ferðina hjá hondbóltslandsliðnum, sum nú hevur funnið seg til rættis í Luksemborg, og hevði sína fyrstu venjing í dag.

Rói Berg Hansen og Brandur Halgirsson fáa sær harpiks eftir tveir dagar uttan venjing

Rói Berg Hansen og Brandur Halgirsson fáa sær harpiks eftir tveir dagar uttan venjing

HM-undankapping í Luksemborg (Allir dystir beinleiðis á FM1)

Fríggjadagin 10/1 kl. 16.00: Føroyar – Litava

Leygardagin 11/1 kl. 14.00: Føroyar – Slovakia

Sunnudagin 12/1 kl. 16.30: Føroyar - Luksemborg

Fyrsti partur av ferðini til HM-undankappingina í Luksemborg gjørdist nakað drúgvari enn ætlað hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.

Sí eisini:

Illveðrið órógvar fyrireikingarnar til HM-undankappingina

Farið var á flog um tvey-tíðina í gjár og eftir millumlending í Bergen var hópurin í Keypmannahavn um klokkan hálvgum seks danska tíð. Nakað av turbulensi við fráferð í Føroyum og í Bergen skakaði ikki hópin, og lagið var gott í Keypmannahavn, hóast møðin mundi gera um seg.

Tá ið tað gjørdist greitt at tað ikki bar til at flúgva fyrr enn seinnapartin var ætlaða venjingin í Keypmannahavn avlýst, men tað bar til at fáa ein venjingartíma seinni um kvøldið í Taastrup.

Avrátt var tó at avlýsa venjingina, og leikararnir sluppu at hvíla seg ymsa staðni í Keypmannahavn.

Hópurin gisti nevnliga hjá teimum leikarum, sum búgva í Keypmannahavn, og hjá vinfólki annars.

##med2##

Eftir kærkomna hvíld hittist hópurin á flogvøllinum í Keypmannahavn klokkan 6.30 í morgun og fleyg til Luksemborg tveir tímar eftir í einum propellflogfarið, sum eisini fekk onkrar viðmerkingar fyri turbolens.

Ferðaætlanin segði at hópurin skuldi vera á gistingarhúsinum klokkan 11.15, og júst á slagnum gingu fyrstu leikararnir inn í forhøllina, og so kundi illveður í Føroyum gera tað sama.

##med3##

Eftir ein bita og nakað av hvíld var farið í d’Cocue-miðstøðina , har dystirnir ímóti Litava, Slovakia og Luksemborg verða leiktir.

Har vóru fleiri hallar at velja ímillum. Ein risastór, ið kann nýtast til alskyns ítrottargreinar, har ein rennibreyt snýr seg kring sjálvan vøllin, og so ein sera snotilig hondbóltshøll har venjingin sum vænt byrjaði við einum stuttum fótbóltsdysti sum upphiting. Annars snúði tað seg mest um at føla bóltin og hondbóltsrútmuna eftir tveir dagar uttan venjing, og so var nógv eisini gjørt sera nógv burtur úr at venja eina yvirtalsskipan. Sonni Larsen, landsliðsvenjari, legði áðrenn venjingina dent á, at hann vildi ikki hava nakrar skaðar í dag, og tað tóktist at eydnast í eini venjing, sum fór fram uttan harðar takklingar.

##med4##

Hópurin skal venja aftur tíðliga í morgin ári áðrenn taktikkfund og seinastu fyrireikingarnar til fyrsta – og á pappírinum truplasta – dystin ímóti Litava fríggjadagin klokkan 16.00

Les alt um undankappingina í Luksemborg í Sosialinum hesa vikuna. Talgilda savnið hjá hjá Sosialinum kann lesast við at trýsta HER og tekna hald

Rói Berg Hansen og Brandur Halgirsson fáa sær harpiks eftir tveir dagar uttan venjing

Rókur Akralíð og Pætur Thomsen á veg at gista í Keypmannahavn

Tað var ein lítil løta at bíða eftir seinasta viðførinum í Luksemborg - Hópurin nýtti tíðina at hvíla beinini eftir ferðina

Risastóra d'Coque-ítrottarmiðstøðin er karmur um undankappingardystirnar í Luksemborg