Endurtøka av ársins hondbóltsskelki á Hálsi í kvøld

SMS-deildin: Kyndil og Stjørnan spæla klokkan 18.00

Natasja Hammer og Kyndil skulu vísa seg uttan Turið Arge Samuelsen í kvøld

Natasja Hammer og Kyndil skulu vísa seg uttan Turið Arge Samuelsen í kvøld

SMS-deildin:

Klokkan 18: Kyndil - Stjørnan, Høllin á Hálsi (FM1 sigur frá).

Stjørnan kemur til Havnar í kvøld við góðum minnum frá seinasta dystinum ímóti Føroyameistarunum úr Kyndli, sum Stjørnan heldur óvæntað vann 18-17 tíðliga í kappingini.

Sí eisini:

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/hondboltsskelkur-stjoernan-vann-a-foeroyameistarunum/

Hondbóltsskelkur: Stjørnan vann á Føroyameistarunum

Síðani hevur tað gingið heldur meira sum væntað, Kyndil liggur í oddinum, meðan Stjørnan roynir sítt ítasta at halda fast í teimum fýra ovastu liðunum.

Kyndil hevur verið fyri einum missi, tí toppskjúttin, Turið Arge Samuelsen, spælir ikki fleiri dystir hetta kappingarárið vegna gleðisboð.

Sí eisini:

Turið spælir ikki aftur hetta kappingarárið

Harafturat er spurningurin um Súna Krossteig Hansen er komin fyri seg eftir at hon tóktiskt at vera darvað av skaða í landsdystunum í vikuskiftinum - lyklaleikarin spældi ikki seinna dystin, og kyndilsfólk munnu vóna at hon er før fyri at spæla í kvøld.

Undir øllum umstøðum er lagt upp til ein áhugaverdan dyst í kvøld klokkan 18.00 á Hálsi.

Innanhýsis dystir hetta kappingarárið:

 

Stjørnan – Kyndil 18-17
SMS-deildin 06/10/19
Málskjúttar Kyndils
Súna Krossteig Hansen4
Turið Arge Samuelsen4
Bára Krossteig Hansen3
Anja Eliasen2
Karin Skylv Midjord2
Ásleyg Súnadóttir1
Natasja Hammer1
Málskjúttar hjá Stjørnuni
Katrin Bertholdsen6
Sonja Lava Sirdal4
Tóra Eliasen4
Mina Lava Sirdal2
Jansy Jacoben1
Anna Jakobsen1

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF102802196116
2Kyndil92391706914
3Neistin102472192812
4H7192362102612
5Stjørnan9225240-158
6StÍF10214300-864
7VB9190273-830

 

 

Natasja Hammer og Kyndil skulu vísa seg uttan Turið Arge Samuelsen í kvøld