Enn ein fimmsettari millum Fleyr og ÍF (FM1)

(FM1) Hoyr avgerandi bóltarnar í teimum fimm settunum Fleyr a - ÍF a 3-2, og hoyr Suna Juul Pedersen hjá Fleyr og Hjørt Sólstein hjá ÍF seta orð á dystin

Hjørtur Sólstein (ÍF) og Suni Juul Pedersen (Fleyr). Mynd: Óli G. Samuelsen

Hjørtur Sólstein (ÍF) og Suni Juul Pedersen (Fleyr). Mynd: Óli G. Samuelsen

##med2##

Tað slær ikki feil. Tað endar næstan altíð við einum fimmsettara tá mansliðini hjá Fleyr og ÍF í landskappingini og í steypakappingini.

Bæði liðini liggja væl fyri at koma víðari til hálvfinalurnar, men við 3-2 sigrinum á ÍF a, men við sigrinum liggur Fleyr a betur fyri at sleppa undan at møta Mjølni í hálvfinaluni. Hini bæði liðini, TB og ÍF b hava einki stig, men tey møtast so á Kambsdali fríggjadagin klokkan 20.

Fleyr a - ÍF a 3-2 (21-25, 25-19, 25-22, 21-25 og 15-9)

Fleyr a hevur fimm stig og ÍF hevur fýra stig. TB og ÍF b hava einki stig fingið enn.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Óli tók eisini stutt samanum hvørt settið.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Suna Juul Pedersen, leikandi venjara hjá Fleyr og Hjørtur Sólstein hjá ÍF. Suni dylur ikki, at sigurin var sera kærkomin, tí Fleyr vil sleppa undan at møta Mjølni í hálvfinaluni. Mjølnir hevur longu vunnið á SÍ a, og hevur SÍ b og Fleyr b eftir at leika móti, so lítið er at ivast í, at Mjølnir fer við fyrsta plássinum í bólki 1. Menn staðfesta, at í dystinum í kvøld var talan um sera misjøvn avrik sum settúrslitini eisini vísa.

Fríggjakvøldið klokkan 18 sigur flogbóltsfrásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í bólki 1 hjá kvinnum millum SÍ og KÍF, ið verður leiktur vesturi í Sørvági. 

 

 

 

Hjørtur Sólstein (ÍF) og Suni Juul Pedersen (Fleyr). Mynd: Óli G. Samuelsen

(Fleyr a - ÍF a 3-2: Avgerandi bóltarnir og samrøða við Suna J. Pedersen og Hjørtur Sólstein)