Enn ein HM-skelkur: Spania smurdi Norra av

HM-finalan sunnudagin verður sera óvæntað ímillum Niðurlond og Spania

Alicia Fernandez fær bóltin fram við norska málverjanum, Silje Solberg í HM-hálvfinaluni, sum Spania vinnur trygt

Alicia Fernandez fær bóltin fram við norska málverjanum, Silje Solberg í HM-hálvfinaluni, sum Spania vinnur trygt

Norra var favorittur ímóti Spania í hálvfinaluni í dag.

Sí eisini:

HM: Hálvfinalur í morgun

Spania hevði eitt nú tapt við tíggju málum ímóti Russlandi fyrradagin og spælt javnleik við Svøríki áðrenn tað.

Norra tóktist at vera komið fyri seg eftir ósigurin ímóti Niðurlondum tíðliga í kappingini, og ætlaði sær at hevna seg ímóti Niðurlondum í finaluni.

Men fyrst skuldu tær norsku fram við teimum sponsku. Og tað var ikki bara sum at siga tað.

Norra fekk ein stóran hvøkk miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Spania legði seg á odda við fýra málum, men tær norsku fingu kortini javnað til hálvleiksstøðuna 13-13.

Í seinna hálvleiki helt vánaliga norska spælið fram. Ein bóltur fyri og annar eftir vóru tveittir burtur, og tað revsaðu Nerea Pena, Almudena Rodriguez og tær sponsku eirindaleyst. Munurin vaks upp aftur í fýra mál, og seinastu tíggju minuttirnar fyri leiklok skrædnaði av álvara.

Norra tveitt avgerandi bóltar burtur, fekk ikki bóltarnar fram við Navarro í spanska málinum, og fingu yvirhøvur ikki steðgað spanska álopinum, sum altíð onkursvegna fekk bóltin í málið.

Munurin var sjey mál tá ið einir átta minuttir restaðu í, og eingin norsk vón var eftir.

Spania vann dystin 28-22, og er til reiðar at spæla HM-finaluna ímóti Niðurlondum sunnudagin klokkan 11.30 sunnudagin.

Sí eisini:

HM: Niðurlond skelkaðu Russland og fóru í finaluna

Alicia Fernandez fær bóltin fram við norska málverjanum, Silje Solberg í HM-hálvfinaluni, sum Spania vinnur trygt