Enn eitt óveruligt comeback! Lucas sendi Tottenham í finaluna

Tottenham Hotspur vendi 2-0 til 2-3 í seinasta sekundi

Lucas Moura vendi dystinum á høvdið

Lucas Moura vendi dystinum á høvdið

Ajax – Tottenham Hotspur 2-3 (3-3 savnað - Tottenham vinnur við fleiri útivallarmálum)

5 min: 1-0 Matthijs de Ligt

35 min: 2-0 Hakim Zyiech

55 min: 2-1 Lucas Moura

59 min: 2-2 Lucas Moura

90 + 5 min: 2-3 Lucas Moura

 

Í einum øgiligum dysti við óteljandi málmøguleikum eydnaðist tað Tottenham at spæla seg í finaluna við hat-trikkið frá Lucas Moura í seinna hálvleiki

 

Ajax hevði gott útgangsstøði, tá ið liðið í kvøld tók ímóti Tottenham Hotspur í seinnu hálvfinaluni í Champions League. Ajax hevði vunnið fyrra dystin 1-0, men Tottenham kundi ugga seg við at Ajax undan dystinum hevði fingið betri úrslit á útivølli enn á heimavølli í undanfarnu umførunum ímóti Real Madrid og Juventus.

Tottenham-leikararnir, Christian Eriksen, Jan Verthonghen og Toby Alderweireld kendu eisini væl til at spæla á vøllinum í Amsterdam frá síni tíð sum lyklaleikarar í niðurlendska stórfelagnum.

Ajax leggur trýstið

Men frá fyrsta bríksli sást, at tað var Ajax-liðið, ið treivst best á Johan Cruijff Arena.

Ajax legði alt fyri eitt trýst á Tottenham, og eftir einar fimm minuttir kom størsti møguleikin, tá ið ein bóltur skifti kós ímóti málinum hjá Hugo Lloris, men tað eydnaðist málverjanum at sláa bóltin til horna.

Men vandin var ikki av. Hornasparkið kom væl innfyri og ungi Ajax-liðskiparin, Matthijs de Ligt, fekk høvdið á, og so var 1-0 til Ajax.

Hetta fekk Tottenham at vakna, og lítla løtu seinni sendi Heung Min Son eitt skot á stongina. Bæði liðini høvdu hug at leypa á, og um miðjan fyrra hálvleik hevði Tottenham onkrar góðar møguleikar, men bæði Heung Min Son og Christian Eriksen sendu skot beint á André Onnana í Ajax-málinum.

Tottenham varðveitti bóltin rættiliga væl, men Ajax breyt væl og kom til mótálop. Dusan Tadic sendi fyrst eitt skot tepurt fram við málinum, og eftir 35 minuttum vann Ajax aftur ein bólt á miðjuni, meðan Tottenham var á veg frameftir. Bólturin var sendur út í vinstru til Dusan Tadic, sum sá fleiri viðleikarar enn mótstøðumenn í málteiginum. Bólturin var lagdur á skák aftur til Hakim Ziyech, sum skeyt fyrstu ferð við vinstra beininum. Hugo Lloris var í fullari longd, men bólturin endaði dygst innanfyri stongina, og so var 2-0 til Ajax, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Tottenham hamskift

Tottenham skuldi tí skora tríggjar ferðir í seinna hálvleiki, og í steðginum var Fernando Llorente skiftur inn í hesi roynd. Hann og flestu Tottenham-leikararnir løgdu seg tætt at Ajax-málinum, og fyrstu løtuna í seinna hálvleiki fór alt spælið fram á Ajax-hálvuni. Serliga eydnaðist tað væl hjá Tottenham at fáa bakkarnir, Danny Rose og Kieran Trippier við í álopið

Tottenham sendu eina ávaring eftir átta minuttum, tá ið Christian Eriksen sendi ein bólt inn í millum verjuna og málið. Dele Alli kom rennandi úr høgru og fekk skot á, men Ajax-málverjin var fyri.

Lítla løtu seinni var neyvleikin. Lucas Moura fangaði ein bólt frá Danny Rose á miðjuni og førdi bóltin fram saman við Dele Alli. Bólturin kom aftur til Lucas Moura, sum slapp leysur mitt fyri og legði bóltin trygt í málið. 2-1, og so var spenningur aftur í dystinum.

Og hvørki Tottenham ella Lucas Moura góvust. Trýstið var varðveitt, og fáar mint bólturin kom flatt úr høgru frá Trippier til Llorente, men Onnana stórbjargaði uttan at fáa tamarhald á bóltinum orsakað av misskiljing ímillum seg og ein viðleikara. Bólturin fór aftur og fram inni í málteiginum áðrenn Lucas Moura legði hann trygt í netið. 2-2 og ein góður hálvur tími restaði í.

 

Málmøguleikar í báðum endum

Málmøguleikarnir fækkaðust ikki. Tveir minuttir seinni sendi Hakim Zyiech eitt skot nær við, og fá sekund seinni kom ein møguleiki til Llorente nærhendis brotssparksblettin, men ein verjuleikari ofraði seg frammanfyri skotinum.

Ajax kom eitt sindur betri við, og tá ið tjúgu minuttir restaðu í komu tveir góðir møguleikar inni í málteiginum, men Ajax fekk ikki røttu skotini á.

Spælið bóltaði aftur og fram, og eftir 78 minuttum kom Ajax aftur til møguleika beint uttanfyri málteigin, men Ziyech sendi bóltin á stongina.

Og eftir 86 minuttum var tað Tottenham, ið fekk møguleikarnar. Eitt innlegg kom til Llorente inni í fimm-metrinum, men málverjin tók fyri, áðrenn næsti bólturin var bjargaður á strikuni. Fá sekund løtu seinni sendi Son bóltin omanfyri úr spískum.

Dómarin legði fimm minuttir afturat, og hesa løtuna tveitt Tottenham alt fólkið fram.

Ajax komu til fleiri málmøguleikar í skjótálopum, men fyrst vardi Alderweireld fyri, og løtu seinni bjargaði Lloris væl.

Og hetta kom kosta dýrt. Klokkan vísti 95 minuttir og ein bólturin endaði hjá Llorente sum prikaði til Dele Alli, sum fann Lucas Moura, ið aftur kom fríur mitt fyri. Hann skoraði trygt sítt hattrikk, og so var Tottenham í finaluni, har Liverpool, ið eisini framdi eitt øgiligt comeback í gjár, mótstøðan.

 

 

 

Lucas Moura vendi dystinum á høvdið