Enn eitt steyp til Portugal og Cristiano Ronaldo

Portugal skrivaði søgu við at vinna fyrstu Nations League kappingina nakrantíð

Portugal við Cristiano Ronaldo skrivaðu søgu við at vinna fyrstu Nations League kappingina nakrantíð (Mynd: Getty Images)

Portugal við Cristiano Ronaldo skrivaðu søgu við at vinna fyrstu Nations League kappingina nakrantíð (Mynd: Getty Images)

Portugal og Cristiano Ronaldo halda fram við søguskriving. Í 2016 vann Portugal á fyrsta sinni EM-gull, og í kvøld hava portugisar vunnið fyrstu Nations League kappingina nakrantíð.

Portugal vann 1-0 á Niðurlondum í finaluni. Goncalo Guedes skoraði sigursmálið tá ein tíma var leiktur av finaluni. Goncalo Guedes gjørdi eina sonevnda "tunnel" á Matthijs de Ligt og spældi bóltin til Bernardo Silva. Bernardo Silva trekti seg leysan og spældi bóltin aftur til Concalo Guedes, ið meddaði til brotssparksmarkið. Jasper Cillesen í niðurlendska málinum megnaði ikki at bjarga, og so var Portugal á sigurskós.

Cristiano Ronaldo, ið hevur spælt heili 138 landsdystir fyri Portugal, og hevur skorað 88 mál var ovurfegin tá hann lyfti steypinum.

Cristiano Ronaldo hevur nú vunnið tvey heiti við Portugal, EM og Nations League. Lionel Messi hevur "bara" vunnið olympiskt gull við Argentina í 2008. Lionel Messi hevur tó tvær ferðir vunnið silvur í Copa America kappingini. Lionel Messi vann HM-silvur í 2014, tá Argentina tapti í finaluni móti Týsklandi á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro í Brasil. So ikki so løgið, at Cristiano Ronaldo var ovurfegin um portugisiska sigurin. 

 

 

Portugal við Cristiano Ronaldo skrivaðu søgu við at vinna fyrstu Nations League kappingina nakrantíð (Mynd: Getty Images)