Erla flýgur hægri enn nakrantíð

5-mannafør kvinnur: Kvinnurnar úr Fuglafirði vunnu so sera sannførandi sigur

Tær venja stóran part av árinum, og tað sær út til, at tað ikki bilar, um onkrar verða skiftar út og aðrar koma umborð frá einum ári og til eitt annað.

Vinnaraviljin og vinnaramentanin umborð á 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir eru heilt merkisverd.

Í dag vann Erla Kongsdóttir fullkomuliga sannførandi sigur í síðsta róðrinum á ólavsøku. Erla Kongsdóttir hevði undan ólavsøku tryggjað sær FM heitið, og í dag vann Erla Kongsdóttir fyri sættu ferð á ólavsøku seinastu sjey árini. FM heitið er tað fimta í seks ár.

Erla Kongsdóttir vann á ólavsøku í 2014, tá ið Silja, sum eisini er úr Fuglafirði vann FM.

Í 2017 luttók Erla Kongsdóttir ikki. Tá vann Sílið á ólavsøku, og Jallurin vann FM.

Hini árini hevur eingin ivi verið. Erla Kongsdóttir hevur vunnið FM og á ólavsøku í 2015, 2016, 2018, 2019 og aftur í 2020.

Blikur av Argjum var næstbestur í dag, og Blikur er næstbestur í FM kappingini.

Merkisvert var tað í dag, at tað eydnaðist Tjaldrinum hjá Róðrarfelagnum NSÍ á Glyvrum at vinna triðja plássið. Í FM kappingini endaði Heykur á triðja plássi. Í dag var Heykur nummar fýra.

 

1Erla Kongsdóttir05:07.44
2Blikur05:14.38
3Tjaldrið05:16.05
4Heykur05:18.27
5Sílið05:22.43
6Silja05:24.29
7Spógvin05:27.00
8Ørnin05:27.30
9Falkur05:30.40
10Junkarin05:32.26
11Teistin05:42:36

FM

1Erla Kongsdóttir49
2Blikur39
3Heykur36
4Falkur21
5Spógvin14
6Junkarin12
7Tjaldrið8