Erla reið stormin av sær

5-mannafør kvinnur: Svanur bjóðaði av álvara av á fyrra partinum av róðrarteininum

Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann á norðoyastevnu, og Erla Kongsdóttir vann aftur í dag, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á sundalagsstevnu í Hvalvík.

Tað tóktist sum um, at Teistin hevði ilt við at sleppa leysur av startinum, og tað bar eitt sindur av órógv við sær millum hinar bátarnar.

Svanur tók seg eina heila bátslongd framum hinar og helt leiðsluna, inntil málið var hálvrógvið.

So bjóðaði Erla Kongsdóttir av álvara av. Munurin fram til Svan minkaði støðugt, og áðrenn farið varð undir endaspurtin var tað stavn um stavn.

Í endaspurtinum áttu tær umborð á Erlu Kongsdóttir mestu orkuna, og Erla rann eina heila bátslongd framum Svan, sum var eina hálva bátslongd undan Havfrúnni.

 

1 Erla Kongsdóttir 5.52.36

2 Svanur 5.56.29

3 Havfrúgvin 5.58.07

4 Teistin

5 Junkarin