Erling hevur skorað fleiri mál enn FC Barcelona

Norska stjørnuskotið skorar eitt mál fyri hvørjar 40 minuttir hann er á vøllinum í løtuni

19 ára gamli Erling Braut Håland er heilt stóra stjørnuskotið í evropesiskum fótbóltin í hesum kappingarárinum. Í gjár skoraði hann tvær ferðir, tá Borussia Dortmund vann 2-1 á Paris Saint-Germain í fyrru 1/8 finaluni í Champions League. Síggj málini við at trýst HER

Í vetur skifti norski áleyparin frá Eysturríska Red Bull Salzburg til týska Borussia Dortmund, har hann hevur sett fleiri met. Longu í fyrsta dystinum bleiv hann skiftur inn og skoraði.

Hann er fyrsti spælarin nakrantíð, sum hevur skotið 11 mál í sjey teimum fyrstu dystunum fyri eitt felag í Bundesliguni. Hann er eisini fyrsti spælarin hjá Borussia Dortmund, sum hevur skorað í fyrsta dystinum í Bundesliguni, DFB-Pokal og Champions League.

##med2## 

Hann er fyrsti spælarin, sum klárar at skjóta tíggju mál í sjey teimum fyrstu dystunum í Champions League. Hann er fimti spælarin, sum klárar at skjóta tíggju mál í sínum fyrsta kappingarári í Champions League sambært OptaJoe. Hinir eru Just Fontaine í 1958/59 (10 mál), Claudio Sulser í 1978/79 (11 mál), Sadio Mané (10 mál) og Roberto Firmino (10 mál) í 2017/18.

Ja, Erling Braut Håland hevur skorað fleiri mál enn FC Barcelona í hesum kappingarárinum í Champions League. Lionel Messi og liðfelagirnir hava bara skorað níggju mál. Hann hevur skorað 39 mál í hesum kappingarárinum, og hevur skorað 60 mál í 100 vaksnmannadystum. Har í millum eru átta hattrik!

##med3##

Eftir sjey dystir fyri Borussia Dortmund, hevur Erling Braut Håland spælt sjey dystir. Hann er byrjaður inni fýra ferðir og hevur spælt samanlagt 440 minuttir. Tað er blivið til 13 skot á mál og 11 av teimum eru farin í málið. Tað er eitt mál fyri hvørjar 40 minuttir hann er á vøllinum.

Mynd: (Scanpix) Erling B. Håland skorar til 1-0 móti PSG í gjár

Mynd: (Scanpix)