Erling klárur at takla City

Champions League: Erling B. Håland er størsta vónin hjá Borussia Dortmund móti Manchester City

Í kvøld verða tvær tær fyrstu fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League. Real Madrid tekur á heimavølli móti Liverpool, og Manchester City tekur móti Erlingi B. Håland og Borussia Dortmund. 

Manchester City – Borussia Dortmund (20.00)

Heimaliðið er favorittur at vinna Champions League, tí eisini favorittur at vinna á Borussia Dortmund í kvøld. Pep Guardiola og hansara menn vinna óiva enska meistaraheitið í ár, og teir kunnu framvegis vinna bæði Liga Cup, har liðið er í finaluni móti Tottenham, og FA Cup.

Alt hetta hetta hevði Pep Guardiola og Manchester City helst býtt um, um teir fingu Champions league steypið. So mikið hevur Pep Guardiola eisini givið til kennar, tá hann helt fyri, at Liverpool og Manchester City kundu býta um steyp í 2019.

Manchester City hevur at kalla allar sínar spælarar tøkar, men kósini til Champions League finaluna hevur fyrr verið uppløgd, men tað hevur ikki eydnast enn. Millum annað verður Pep Guardiola skýrdur at hugsa og nógv, tá avgerandi dystirnir skulu spælast, og harvið órógva meir enn hann gagnar liðnum.

Manchester City hevur seinastu trý árini tapt móti feløgum sum Lyon, Tottenham, Liverpool og Monaco í endaspælinum í Champions League.

Gestirinir hava stóra stjørnuskotið, norska Erling B. Håland, við í hópinum. Hann verður mettur sum eitt boð til Manchester City komandi kappingarár, nú 32 ára gamli Sergio Aguero gevst í felagnum.

Borussia Dortmund verður tó uttan enska landsliðsspælaran og fyrrverandi ungdómsspælaran í Manchester City, Jadon Sancho. Hann er  saman við Dan-Axel Zagadou og Axel Witsel á skaðalistanum. Borussia Dortmund hevur vunnið Champions League eina ferð. Tað var í 1997.

Veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva um, at Manchester City er favorittur at vinna hendan dystin. Manchester City er greitt oddalið í Premier League, meðan Borussia Dortmund er á fimta plássi – heili sjey stig frá fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.

Møguligar uppstillingar og fakta:

Møgulig uppstilling Manchester City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Cancelo; Rodri, Gündoğan; Sterling, Bernardo Silva, Foden; De Bruyne

Allir mans tøkir

Eitt gult kort frá leikbanni: Fernandinho, João Cancelo 

Møgulig uppstilling hjá Dortmund: Hitz; Can, Akanji, Hummels, Guerreiro; Delaney, Bellingham, Dahoud; Hazard, Reus; Haaland

Ikki við: Moukoko, Sancho, Schmelzer, Witsel, Zagadou

Eitt gult kort frá leikbanni: Haaland