Erling klárur at takla HB

Upptakt HB-B36: Miðverjin er tøkur aftur eftir leikbann

Mynd: (Álvur Haraldsen) Erling Dávidsson (t.h) taklar Ara M. Olsen. B36 vann hendan dystin 2-1

Mynd: (Álvur Haraldsen) Erling Dávidsson (t.h) taklar Ara M. Olsen. B36 vann hendan dystin 2-1

B36 hevur Erling Dávidsson tøkan aftur til grannauppgerðina í kvøld móti HB. Miðverjin sat yvir á ólavsøku móti Vikingi við leikbanni. Tá vann B36 2-1.

Skaðalistin hjá B36 hevur fingið nógva umrøðu seianstu tvey árini, men nú minkar hann í hvørjum. Einasti spælari, sum ikki fær vant er Erlendur Magnusson, ið er langtíðarskaddur. Róaldur Jakobsen er byrjaður at venja aftur, men tað er óvist nær vit síggja hann á vøllinum.

##med2## 

B36 hevur til eitt vist takið á HB í innanhýsis uppgerðunum seinastu tíðina. Í fjórða umfari vann B36 2-1 á HB. Í fjør vann B36 eisini umtalaðu steypafinaluna móti HB, eftir at hava fingið tveir mans útvístar. Hinvegin vann HB tvær av teimum trimum innanhýsis uppgerðunum í landskappingini í fjør.

Dysturin millum HB og B36 byrjar klokkan 18. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Klokkan 19 byrjar hin útsetti dysturin, sum er millum ÍF og KÍ. Hann verður eisini beinleiðis á FM1.

Betri deildin 17.umfar:

EB/Streymur - TB 0-2 (0-1)

0-1: Ndende Adama Guéye

0-2: John Villi Leo Wøldike

 

Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)

1-0: Sølvi Vatnhamar

2-0: Sølvi Vatnhamar

2-1: Peder Nersveen

2-2: Klæmint A. Olsen

2-3: Búi Egilsson

 

Skála - AB 0-1 (0-0)

0-1: Filip í Liða

 

Í dag:

HB - B36 (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF - KÍ (19.00) Beinleiðis á FM1

Mynd: (Álvur Haraldsen) Erling Dávidsson (t.h) taklar Ara M. Olsen. B36 vann hendan dystin 2-1