Erling rennur undan – Ronaldo rennur aftaná

Erling B. Haaland skoraði tvey, meðan Cristiano Ronaldo ikki rakti málið

Borussia Dortmund fekk eitt gott útgangsstøði við 3-2 sigri á útivølli móti Sevilla, meðan Cristiano Ronaldo og Juventus renna aftaná, eftir at hava tapt 2-1 í Portugal móti FC Porto.

Sevilla – Borussia Dortmund 2-3

Tað var undirhald fyri allar pengarnar á Ramon Sanchez Pizjuan leikvøllinum í Sevilla, tá Erling Braut Haaland og Borussia Dortmund vóru á vitjan. Longiu aftaná sjey minuttir kom heimaliðið á odda, tá fyrrverandi AC Milan og Liverpool spælarin, Suso, royndi seg við skoti, ið bleiv avrættað.

Borussia Dortmund hevur avbjóðingar í Bundesliguni, men í kvøld tók Erling B. Haaland sakina í egnar hendur. Fyrst átti hann uppleggið til útjavnandi málið, sum Mahmoud Dahoud skoraði við vøkrum skoti uttanfyri brotsteigin.

Síðani skoraði norski stjørnuáleyparin tvær ferðir. Fyrst eftir upplegg av Jadon Sancho og síðani av Marco Reus. Sevilla fekk ein lívlinju, tá Luuk de Jong minkaði um munin til 3-2. Returdysturin verður 9. mars.

FC Porto – Juventus 2-1

Verjan hjá Juventus var í gávuhýri í fyrsta minutti av dystinum. Mehdi Taremi takkaði fyri og legði heimaliðið á odda. Tað var sama søgan í seinna hálvleiki. Hesa ferð skoraði Moussa Marega eftir uppspæl í høgru, meðan verjan hjá Juventus svav.

##med2##

Tað gekk illa hjá Cristiano Ronaldo og Juventus at seta seg á dystin, men átta minuttir fyri tíð fekk Juventus málið, sum ger at tað er nokk at vinna 1-0 í returdystinum. Málskjútti var Federico Chiesa, sonur fyrrverandi málslúkin, Enrico Chiesa.

Champions League 1/8:

Í kvøld:

FC Porto – Juventus 2-1

Sevilla – Borussia Dortmund 2-3

Í gjár:

FC Barcelona – PSG 1-4

RB Leipzig – Liverpool 0-2