Erling skoraði hattik upp á 20 minuttir

Erling Braut Håland skoraði hattrik í fyrsta innhoppinum fyri Borussia Dortmund

Borussia Dortmund var aftanfyri 3-1 móti Augsburg, tá Erling Braut Håland kom á vøllin. 20 minuttir seinni hevði hann skorað hattrik og Borussia Dortmund vann 5-3.

Nógv hevur verið skrivað og sagt um 19 ára gamla Erling Braut Håland, sum í vetur hevur skift frá eysturríska Redbull Salzburg til týska Borussia Dortmund. Norski landsliðsáleyparin, sum skuldi fáa debut móti Føroyum í Oslo, men bleiv skaddur í upphitingini, gjørdi ikki mætari enn at skora hattrik í fyrsta dystinum fyri sítt nýggja felag.

Hann var settur í samband við Manchester United, men valdi Borussia Dortmund, sum hevur ment fleiri ungar spælara seinnu árini. Erling Braut Håland hevur av álvara stolið yvirskriftirnar fyri bæði ungdómslandsliðini hjá Norra og fyri Redbull Salzburg. Nú ger hann tað eisini í Bundesliguni.