Europa Cup: Hetta er mótstøðan hjá H71 í morgin

H71 spælir fríggja- og sunnukvøldið ímóti stóra slovenska felagnum RK Maribor Branik í Høllini á Hálsi

Maribor (í violettum) spældi ímóti stórfelagnum RK Celje (í gulum) farna vikuskiftið (mynd: Anamarija Valentina Dajnko - rk-maribor.si)

Maribor (í violettum) spældi ímóti stórfelagnum RK Celje (í gulum) farna vikuskiftið (mynd: Anamarija Valentina Dajnko - rk-maribor.si)

Dystirnir ímillum H71 og Maribor Branik verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokka 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Tað er eitt av teimum stóru liðunum í Challenge Cup kappingini, sum vitjar Høllina á Hálsi um vikuskiftið.móti

RK Maribor Branik spælir í slovensku deildini, har fyrrverandi Champions League meistararnir í stórfelagnum RK Celje eru at kalla einaráðandi.

Maribor Branik hitaðu eisini upp til dystirnar ímóti H71 við at spæla ímóti Celje. Ein dystur har Maribor Branik spældi væl, men kortini mátti lúta fyri favorittunum.

Maribor Branik hevur havt nøkur rak ár, og luttekur í ár í Europa Cup fyri fyrstu ferð í fýra ár.

Fjórða plássið hjá Maribor Branik gav atgongd til Challenge Cup kappingina, ið er triðfremsta Europa Cup kappingin, eftir Champions League og EHF Cup. Í fyrsta umfari skulu slovenarnir altso til Føroyar, har teir spæla ímóti Føroyameistarunum úr H71, sum er í Europa Cup á fyrsta sinni.

Maribor Branik hevur gjørt um seg í Europa seinastu árini. Besta úrslitið var fjórðingsfinala í EHF Cup í 2013, har liðið tapti savnað við einum máli ímóti týska Göppingen.

Eisini rakk Maribor Branik fjórðingsfinaluni í Challenge Cup í 2012 og í Cup Winners Cup í 2011 (Cup Winners Cup finst ikki longur eftir at kappingin var løgd saman við EHF Cup í 2013)

Liðið hjá Maribor hevur ikki tey heilt kendu nøvnini í altjóða høpi, men hevur áður havt  leikarar sum spælskiparan hjá THW Kiel og Slovenia, Miha Zarabec og vongstjørnuna hjá Vezprem, Dragan Gajic.

 

Les meira um Europa Cup dystirnar tið at trýsta niðanfyri:

Elias verður ikki við

Hilmar Leon spælir!

 

 

Maribor (í violettum) spældi ímóti stórfelagnum RK Celje (í gulum) farna vikuskiftið (mynd: Anamarija Valentina Dajnko - rk-maribor.si)