European Open: Genturnar í bólk við Norra og Ungarn

Gentur 16 luttaka í sera sterkari European Open-kapping í summar

(hsf.fo)

(hsf.fo)

Í summar verður European Open-kappingin aftur leikt í Göteborg í Svøríki.

Kappingin er annaðhvørt ár fyri dreingir 17 og gentur 16, og eftir at Føroyar vunnu við dreingjum 17 í fjør, skulu gentur 16 nú royna seg.

Kappingin í summar tykist sera sterk, har rætt og slætt øll tey fremstu londini í Evropa eru umboðaði í fýra bólkum.

Tí slapst heldur ikki undan, at bólkurin hjá Føroyum gjørdist sterkur, tá ið lutakastið til kappingina var.

Hondbóltssamband Føroya skrivar á hsf.fo, at Føroyar vóru styrkismettar sum nummar 21, og endaði í bólki við eitt nú Norra, sum er styrkismett nummar seks, og Ungarn, ið er styrkismett hægst av øllum í kappingini. Ungarn vann í fjør Evropameistaraheitið hjá bæði Gentum 17 og gentum 19.

Venjari hjá føroyska U16-landsliðum er Einar Jónsson. Hjálparvenjari er Magni Thomsen.

Hetta eru bólkarnar til European Open 2020:

Bólkur 1: Svøríki, Kroatia, Holland, Slovakia, Litava, Estland
Bólkur 2: Ungarn, Noreg, Portugal, Sveis, Føroyar, Finnland
Bólkur 3: Danmark, Montenegro, Spania, Ísland, Hvítarussland, Georgia
Bólkur 4: Frakland, Russland, Rumenia, Kekkia, Serbia, Pólland

 

 

(hsf.fo)