Eva Winther Nagata og liðfelagarnir í Capilano University í Vancouver í Kanada vóru sera nær við at taka annað og triðja settið í økis-hálvfinaluni í College-flogbólti móti Camosun, men Camosun reið stormin av.
Í øðrum setti hevði Capilano University setbólt við støðuna 24-23, men ólukkutíð taptu tær 24-26. Eva og liðfelagarnir høvdu eisini settbólt í triðja setti við støðuna 24-22, men tað endaði við, at Camosun vann 27-25. Fyrsta settið vann Camosun 25-20, støðan var 20-20, men Capilano University megnaði ikki at vinna ein bólt aftur í settinum.
Leikararnir hjá Camosun høvdu meira ís í maganum tá settini skuldu avgerast.
Eva og liðfelagarnir skulu spæla bronsufinalu, men ein bronsa røkkur ikki til College-endaspælið í Montreal í Quebec. Nummar eitt og tvey í økiskappingini í Vancouver vinna seg til College-endaspælið.
Eva hevur annars fingið tann stóra heiðurin at koma á All Star-liðið í Vancouver økiskappingini.