Everton bjóðar teimum stóru av

Wilfred Zaha er í øðini, tí hann ikki sleppur til Beatles-býin at spæla

Mynd: (Scanpix) Wilfred Zaha vil slepapa til Everton

Mynd: (Scanpix) Wilfred Zaha vil slepapa til Everton

Í Føroyum hava vit tey fimm stóru. Í Premier League er tað “The Big Six”. Arsenal, Chelsea, Liverpool, Manchester City, Manchester United og Tottenham. Nú vil Everton eisini blanda seg uppí.

Felagið hevur fingið nýggjan eigara, og stóra stigið er at byggja nýggjan leikvøll. Tað sæst eisini á vøllinum, at Farhad Moshiri er nýggjur eigari í felagnum. Í fjør keypti felagið millum annað brasilska landsliðsspælaran, Richarlison.

##med2## 

Í summar hevur felagið keypt spælarar sum Fabian Delph (Manchester City), Moise Kean (Juventus) og André Gomes (FC Barcelona), sum var leigaður farna kappingarár. Í løtuni er felagið í holt við at keypa Wilfred Zaha frá Crystal Palace. Fyrrverandi Manchester United spælarin er í øðini, tí Crystal Palace ikki hevur tikið av seinasta tilboðunum, sum sigst liggja um 560 milliónir krónur.

Crystal Palace hevur fyrr í summar selt stjørnuskotið Aaron Wan-Bissaka til Manchester United. Leiðslan í felagnum hevur meldað út, at Aaron Wan-Bissaka og Wilfred Zaha verða ikki báðir seldir. So er spurningurin um pengar kunnu broyta tað?

Flytingarvindeygað í Premier League letur aftur í morgin klokkan 17.

Mynd: (Scanpix) Wilfred Zaha vil slepapa til Everton

Mynd: (Everton FC) Moise Kean er nýggja álopsvónin hjá Everton