Evra møguliga aftur til United

Men tað verður ikki sum spælari, at franskmaðurin kemur aftur til Old Trafford.

Fyrrverandi Manchester United-leikarin, Patrice Evra, er møguliga á veg aftur til felagið, har hann árini frá 2006 til 2014 var fastur fúsur á vinstra bakki og var við til at vinna fimm ensk meistaraheiti.

Patrice Evra hevur verið at sæð til dystir saman við varaformanninum, Ed Woodward, og tað hevur tað helst verið ein orsøk til. Sjálvur váttar Evra, at hann og Ed Woodward hava tosað um eitt comeback til Manchester United, men Evra vil tó ikki avdúka hvønn leiklut talan skal vera um.

Tann nú 38 ára gamli Patrice Evra gavst við at spæla fótbólt í fjør, so tað verður ikki sum spælari, at hann kemur aftur til felagið, men hildið verður, at tað møguliga verður sum partur av teknisku leiðsluni.

Í samrøðu við Manchester Evening News sigur Patrice Evra, at hann ikki kennir seg tilreiðar at taka við einum starvi í løtuni, men tað bendir tó á, at hann kann lata seg lokka, um hann fær tilboðið.

- Eg eri ikki flóvur av at siga tað. Eg hevði verið tilreiðar at offrað lívið saman við familjuni fyri at fingið succés aftur við Manchester United. United fyrst, børnini næst, og so er tað konan, sigur Evra.

- Tað fer at taka tíð til at fáa United aftur á sporið. Spurningurin er um venjarar og ikki minst spælarar eru tilreiðar at brynja seg til tað. Felagið hevur tørv á fyrrverandi leikarum, sum skilja felagið og vilja bløða fyri tað, sigur Patrice Evra.