Evropeiski flogbóltsforsetin stuðlar Føroyum av fullum huga (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við CEV-forsetan, Aleksandar Boričić, og viðmerkingar frá Magnusi Tausen (FBF) og Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn

Aleksandar Boričić sæst her saman við Magnusi Tausen, formanni í FBF, Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu saman við Óla G. Samuelsen, reportara hjá FM1 (Mynd: FBF)

Aleksandar Boričić sæst her saman við Magnusi Tausen, formanni í FBF, Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu saman við Óla G. Samuelsen, reportara hjá FM1 (Mynd: FBF)

##med2##

Flogbólts-Føroyar hava stórfingna vitjan í hesum døgum. 

Forsetin í evropeisku flogbóltssamgonguni, Aleksandar Boričić vitjar í Føroyum, og hann er her á vitjan bæði fyri at stuðla føroyskum flogbólti, men eisini fyri at stuðla royndini hjá Føroyum at vinna olympiska viðurkenning.

Aleksandar Boričić er hugtikin av tí sum hann upplivdi í spennandi fimmsettaranum í kvinnufinaluni, har SÍ vann 3-2 á Mjølni.

Aleksandar Boričić greiðir frá, at í framtíðini verður EM í flogbólti víðkað úr 16 liðum upp til 24 lið, og hann fiskar eftir, at føroyingar kunnu betra seg og møguliga nærkast einum EM-endaspæli í framtíðini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Aleksandar Boričić. Fremst hoyra vit eina stutta røðu hjá Aleksandar Boričić, og aftast viðmerkingar frá Magnusi Tausen, formanni í FBF og Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu. 

Aleksandar Boričić sæst her saman við Magnusi Tausen, formanni í FBF, Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu saman við Óla G. Samuelsen, reportara hjá FM1 (Mynd: FBF)

(Samrøða við Aleksandar Boričić, CEV-forseta)