Evropeiskir dystir hjá KÍ og landsdystir í Klaksvík (FM1)

(FM1) Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu ætlar, at KÍ skal spæla sínar evropeisku dystir við Djúpumýrar

Jógvan Skorheim við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Jógvan Skorheim við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

Millum tey mongu fegnu KÍ-viðhaldsfólkini er borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim.

Meðan starvsfelagin hjá honum í Havn má hugsa um fimm ymisk fótbóltsfelag, so kann Jógvan Skorheim fegnast um, at øll Klaksvíkin og allar Norðoyggjar standa saman um KÍ.

Jógvan Skorheim ætlar at betra umstøðurnar hjá KÍ munandi. Vøllurin við Djúpumýrar skal dagførast so KÍ kann spæla sínar evropeisku dystir á heimavølli í Klaksvík. Dagføringin við Djúpumýrar skal eisini gera tað møguligt, at t.d. U21-landsliðið og kvinnulandsliðið skal kunna spæla heimadystir í Klaksvík. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Gullradio-reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig gjørdi við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorheim á FM1 seinnapartin í dag. 

 

 

Jógvan Skorheim við FM-steypinum (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

(Gullradio-samrøðan hjá Peturi Asbjørn Lervig við Jógvan Skorheim)