Eydnudeildin byrjar aftur klokkan 17 í dag

Í vetur fer Eydnudeildin at venja í høllini í Kollafirði týsdagar millum klokkan 17 og 18

Eydnudeildin byrjar aftur í høllini í Kollafirði í dag klokkan 17 (Mynd: Eydnudeildin)

Eydnudeildin byrjar aftur í høllini í Kollafirði í dag klokkan 17 (Mynd: Eydnudeildin)

Morten Hust Petersen í Kvívík hevur saman við øðrum fingið eina Eydnudeild upp at koyra í Føroyum. Íblásturin er heintaður frá danska átakinum Lykkeliga.

Eydnudeildin er hondbóltsvenjing og hondbóltskappingar fyri børn og ung við avbjóðingum.

Í vetur fer Eydnudeildin at venja í høllini í Kollafirði hvønn týsdag millum klokkan 17 og 18. 

Morten Hust Petersen sigur við in.fo, at hann og hinir venjarararnir gleða seg til at síggja nýggjar og gamlar stjørnur og familjur teirra í Kollafirði klokkan 17 í dag. Tí sum Morten undirstrikar: Øll sum venja og spæla í Eydnudeildini eru stjørnur. 

Tey sum vilja vita meir um Eydnudeildina kunnu ringja til Morten Hust Petersen, telefonnummar 250437.

 

 

Eydnudeildin byrjar aftur í høllini í Kollafirði í dag klokkan 17 (Mynd: Eydnudeildin)