Eydnudeildin leiðir landsliðið á vøllin í morgin

Føroyska landsliðið kann vænta high-fives frá Lundapisunum í Eydnudeildini til dystin ímóti Rumenia í morgin

Lundapisurnar eftir venjing í Eydnudeildini týsdag klokkan 17.00 í Kollafirði

Lundapisurnar eftir venjing í Eydnudeildini týsdag klokkan 17.00 í Kollafirði

Dysturin Føroyar - Rumenia byrjar í morgin sunnudagin klokkan 17.00 í Høllini á Hálsi

Tá ið føroysku og rumensku leikararnar renna á vøllin stutt áðrenn klokkan 17.00 sunnudagin, fara Lundapisurnar - børnini sum spæla í eydnudeildini - at leiða leikararnar inn.

Eydnudeildin er hondbóltur fyri børn, ið ikki fáa spælt í siðbundnu hondbóltsfeløgunum, men hittast hvønn týsdag klokkan 17.00 til venjing í Kollafirði. Fleiri av børnunum hava fingið áhuga fyri hondbólti í hesum venjingum. Fyrr í ár hittu tey fleiri á danska manslandsliðnum, og danski venjarin gav teimum eisini landsliðsberoð.

Í morgin snýr tað seg um føroyska landsliðið, tá ið føroysku kvinnurnar skulu dystast ímóti heimsstjørnunum úr Rumenia, og Lundapisurnar fara at gera sítt til at føroyska landsliðið fær eydnu við sær á vøllin.

Les eisini: Smíl, klemm og high-five í Kollafirði (trýst HER)

 

 

Lundapisurnar eftir venjing í Eydnudeildini týsdag klokkan 17.00 í Kollafirði