Eyðun leingist eftir fleiri málum

Víkingavenjarin er fegin um framúr sigursmálið, men hann iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr stórum møguleikum

Í kvøld var Eyðun Klakstein fyri fyrstu ferð á odda fyri Víkingi í lokaluppgerð ímóti NSÍ. Tað var tætt og øgiliga hendingarrík, dramatiskt og spennandi, og at enda koppaði tað Eyðun og Víkingi til fyrimunar.

Víkingur vann 1-0. Í 37 grannauppgerðum millum Víking og NSÍ er tað bara einaferð endaði javnt – 1-1 í Sarpugerði í 2012. Í øllum hinum dystunum hevur tað verið ein vinnari. Í kvøld vann Víkingur fyri 23. ferð.

-At tað ikki eydnaðist okkum at økja um leiðsluna til 2-0 bar við sær, at spenningurin helt sær til síðsta bríksl, hóast teir í ein hálvan tíma vóru tíggju ímóti ellivu. Tað hevur so ofta verið at sæð, at liðið, sum verður undirmannað, spílar seg serliga út, og soleiðis var tað í kvøld. NSÍ stóð seg væl allan seinna hálvleik, hóast teir sóu reytt, tá ið ein hálvur tími var eftir, ásannar Eyðun Klakstein.

Tað var eitt rimmar mál, sum Ari Olsen skoraði, og sum bar øll stigini við sær?

-Tað hevði ógvuliga stóran týdning, at vit vunnu. Undir venjingunum í vikuni var hugburðurin góður, og eg hevði eina góða kenslu, sum segði, at hetta fór at ganga. Sigursmálið, sum Ari Olsen skoraði, var heilt fantastiskt. Men eg iðri meg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku úr stóru málmøguleikunum, sum vit spældu okkum til, sigur Víkinga venjarin Eyðun Klakstein.