Eyðun: Vit hava havt eina strævna dystarskrá (FM1)

(FM1) Skála hevur spælt níggju dystir á rað móti Topp 5 liðum, og tað er slítandi sambært Eyðuni Klakstein

Níggju dystir á rað móti topp 5 liðum hevur verið hart fyri Eyðun Klakstein og spælararnar hjá Skála (Savnsmynd)

Níggju dystir á rað móti topp 5 liðum hevur verið hart fyri Eyðun Klakstein og spælararnar hjá Skála (Savnsmynd)

##med2##

Skála tapti í kvøld sætta dystin á rað í Betrideildini. Í kvøld tapti Skála á heimavølli undir Mýruhjalla á Skála 0-2 móti KÍ. Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð skutu málini í fyrra hálvleiki.

Aftaná dystin fekk reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig orðið á høvuðsvenjarin hjá Skála, Eyðun Klakstein sum slær fast, at KÍ vann ein uppibornan sigur á Skála.

Um ringu gongdina staðfestir Eyðun Klakstein, at Skála hevur spælt níggju dystir á rað í Betrideildini og í steypakappingini móti Topp 5 liðum, og tað hevur verið ein óvanliga hørð skrá. Í summum dystum hevur Skála verið væl við, men tað hevur ikki eydnast at fáa nakað stig í fleiri dystum á rað nú.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Eyðun Klakstein.

HER ber til at hoyra Petur Asbjørn Lervig siga frá báðum málunum hjá KÍ, samanumtøkuna hjá viðmerkjaranum, Svenn Ó. Olsen og samrøðu við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ.

Betrideildin:
1.13 dystir102133:1032 stig      
2.NSÍ1291233:1228      
3.B361290321:1227      
4.Víkingur1282225:1526      
5.HB1263325:1621      
6.Skála1350815:1615      
7.TB 1233611:2412      
8.EB/Streymur1221915:327      
9.ÍF1211109:294      
10.AB 12111014:354

Níggju dystir á rað móti topp 5 liðum hevur verið hart fyri Eyðun Klakstein og spælararnar hjá Skála (Savnsmynd)

(Samrøða við Eyðun Klakstein)