Eysturríkskur miðil: Landskrona er móðurin hjá øllum brølarum

"Die Mutter aller Blamagen" skrivar "Kurier" á 30 ára degnum fyri minniliga 0-1 tapinum hjá Eysturríki móti Føroyum

Eysturríkskir miðlar minnast eisini dystin í Landskrona. Her er eitt kut úr einari dystarfrásøgn í "Kurier". Á myndini síggja vit Toni Polster, Torkil Nielsen og Abraham Løkin (Hansen)

Eysturríkskir miðlar minnast eisini dystin í Landskrona. Her er eitt kut úr einari dystarfrásøgn í "Kurier". Á myndini síggja vit Toni Polster, Torkil Nielsen og Abraham Løkin (Hansen)

Heldur ikki í Eysturríki fer 30 ára dagurin fyri minniliga EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona framvið.

"Móðirin hjá øllum brølarum" - "Die Mutter aller Blamagen" nevnir "Kurier" 0-1 tapið móti Føroyum 12. september í 1990.

Kurier skrivar speiskliga, at um alnótin hevði verið frammi í 1990, so høvdu eysturríksku venjararnir og spælararnir kunnað googla sær vitan um Føroyar, og var brølarin møguliga ikki komin fyri.

Kurier staðfestir, at í 1990 vóru Føroyar bara ein hvítur blettur á fótbóltslandakortinum, og eysturríkarar høvdu ikki hóming av hvat bíðaði teimum. Hetta viðgongur Michael Streiter, ið var á liðnum hjá Eysturríki hendan dagin.

Michael Streiter, ið er 54 ára gamal í dag slær fast, at hann er komin yvir tapið, og hann líðir ikki undir tapinum í dag.

Michael Streiter heldur, at Eysturríki hevði málmøguleikar seinastu 20 minuttirnar av dystinum, ið burdu givið nøkur mál, og so hevði søgan verið nakað øðrvísi.

Michael Streiter minnir eisini á, at árið eftir vann Eysturríki 3-0 á Føroyum í Salzburg, og tá skoraði hann eitt mál, og tað var hansara aftursvar uppá tað sum hendi í Landskrona 12. september í 1990.

Klokkan 15 til 17 í dag verður ein serlig Landskrona-sending á FM1, har prátað verður við ymiskar spælarar og aðrar, ið vóru knýttir at landsliðshópinum í fyrstu undankapping okkara. 

 

 

 

 

Eysturríkskir miðlar minnast eisini dystin í Landskrona. Her er eitt kut úr einari dystarfrásøgn í "Kurier". Á myndini síggja vit Toni Polster, Torkil Nielsen og Abraham Løkin (Hansen)