Fabinho spælir ikki aftur í ár

Premier League: Liverpool verður uttan ein av mest týðandi spælarunum restina av árinum

Mynd: (Scanpix) Fabinho liggur á vøllinum, meðan landsmaðurin úr Brasil, Robert Firmino, kann støðuna

Mynd: (Scanpix) Fabinho liggur á vøllinum, meðan landsmaðurin úr Brasil, Robert Firmino, kann støðuna

Liverpool verður uttan Fabinho restina av 2019. Hann meiðslaði sær fótin í Champions League dystunum móti Napoli mikukvøldið. Liverpool hevur í dag boðað frá, at brasilski miðvallarin verður ikki at síggja á vøllinum aftur í 2019.

Tað kemur avbera illa við hjá Liverpool, tí felagið hevur eina óvanliga harða skrá í desember. Liðið skal spæla ikki færri enn tíggju dystir frá 30. november til 2. januar. Millum annað er Liverpool í tí løgu støðu, at liðið skal spæla dag um dag – og tað á tveimum ymiskum heimspørtum.

Liverpool skal nevniliga spæla 17. desember í Liga Cup móti Aston Villa í Birmingham í Onglandi, og 18. desember í FIFA World Club Cup í Katar.

Í morgin verður 14. umfar í Premier League. Oddaliðið, Liverpool, tekur móti Brighton og Manchester City er á vitjan í Newcastle. Leicester, sum liggur á øðrum plássi, fær sunnudagin vitjan av Everton.

Mynd: (Scanpix) Fabinho liggur á vøllinum, meðan landsmaðurin úr Brasil, Robert Firmino, kann støðuna