Faðir og sonur skoraðu málini

1. DEILD: B71 liðformaðurin skoraði sigursmálið í evstu løtu

Tað var stórur fagnaður millum sandoyingarnar, og tað var stórt vónbrot millum heimamenninar, tá ið dómarin seinnapartin bríkslaði fyri síðstu ferð á vøllinum við Løgmannabreyt.

B71 fór til hús við 2-1 sigri. Sigursmálið varð skorað í evstu løtu.

Heimaliðið var greitt omaná í fyrra hálvleiki. FC Hoyvík hevði fleiri møguleikar, og sum tað leið fram móti steðginum var spenningur í B71 brotsteiginum, tá ið FC Hoyvík hevði fleiri hornaspørk, og tað var eftir horna, at Kristin R. Mouritsen skoraði.

Minuttirnar eftir leiðslumálið hevði FC Hoyvík fleiri støður og møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið aftanfyrri Jóhan Herálv Hentze.

Eftir steðgin var tað B71, sum fyri tað mesta var í álopsstøðu, og longu tíggju minuttir eftir hvíldina eydnaðist tað at fáa hol á. Málskjútti eftir horna var 41 ára gamli Clayton Soares, 41 ára gamli liðformaðurin hjá sandoyingum.

 Millum liðfelagarnar hjá Clayton er 20 ára gamli sonur hansara Klayver, og tað var hann, sum avgjørdi, at tað skuldi vera stórur fagnaður í gula leguni, og at øll stigini skuldu vera í viðførinum suður aftur um Skopunarfjørð.

Klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið Klayver setti bóltin í FC Hoyvík málið.

B71 hevur átta stig, og FC Hoyvík hevur fýra stig.

Í sjeynda umfari skal B71 spæla á heimavølli ímóti B68, og FC Hoyvík skal spæla á heimavølli ímóti NSÍ.