Færri spælarar úr føroysku feløgunum

Í gjárkvøldið vóru tað færri spælarar úr heimligu kappingini millum teir fyrstu ellivu, enn tað áður hava verið, meðan Håkan Ericson hevur verið venjari

Í 4-0 tapinum ímóti Skotlandi í Glasgow í gjárkvøldið vóru Hallur Hansson, AC Horsens, og Gunnar Vatnhamar, Víkingur, millum teir fyrstu ellivu

Í 4-0 tapinum ímóti Skotlandi í Glasgow í gjárkvøldið vóru Hallur Hansson, AC Horsens, og Gunnar Vatnhamar, Víkingur, millum teir fyrstu ellivu

Í nátt klokkan 01.30 lendi leiguflogfarið við føoyska landsliðnum í Vágum. Flogið varð stutta teinin úr Glagow í Skotlandi og til Føroya.

Av teimum 25 spælarunum, sum seinastu vikuna hava verið á rundferð í Europa í landsliðshópinum, umboða 14 feløg í Føroyum, og 11 umboða feløg uttanlands – í Svøríki (1), Noregi (5), Danmark (2), Týsklandi (1), Írlandi (1) og Íslandi (1).

Millum teir fyrstu ellivu í Skotlandi í gjárkvøldið vóru tríggir spælarar, sum umboða føroysk feløg – Jákup B. Andreasen, Gunnar Vatnhamar og Sølvi Vatnhamar.

Tað vóru eisini tríggir spælarar úr føroyskum feløgum millum teir fyrstu ellivu ímóti Eysturríki síðsta sunnukvøld – Heini Vatnsdal, Sølvi Vatnhamar og Gunnar Vatnhamar.

Í 1-1 dystinum í Moldova fyri einari viku síðani vóru fýra spælarar úr føroyskum feløgum millum teir fyrstu ellivu – Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen.

2020 var fyrsta árið Håkan Ericson var føroyskur landsliðsvenjari. Tá spældi landsliðið átta dystir. Í ongum av teimum vóru tað færri enn fimm spælarar úr føroysku feløgunum millum teir fyrstu ellivu. Flest spælarar úr føroysku feløgunum vóru millum teir fyrstu ellivu í vinardystinum á útivølli ímóti Danmark (0-4) og í Nations League dystinum á útivølli ímóti Andorra (1-0). Í báðum hesum dystunum vóru átta av teimum fyrstu ellivu úr feløgum heima á landi.

Í 4-0 tapinum ímóti Skotlandi í Glasgow í gjárkvøldið vóru Hallur Hansson, AC Horsens, og Gunnar Vatnhamar, Víkingur, millum teir fyrstu ellivu