VIDEO: Norska Hanna vísti framúr gott Fair Play

(Video) 17 ára gamla Hanna Hofstad Sørensen úr Noregi verður róst til skýggjað fyri framúr góðan Fair Play anda

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tað sum avgjørt er ein kandidatur til ársins Fair Play í altjóða fótbóltsheiminum.

 

Í kappingini Norway Cup vísti 17 ára gamli liðskiparin hjá Verdal, Hanna Hofstad Sørensen ein Fair Play anda, sum sjáldan er sæddur.

 

Hanna Hofstad Sørensen hevði opið mál, men sá, at ein spælari á mótstøðuliðnum lá skaddur. Hon tók tað virðiligu avgerð at skjóta bóltin út til málspark ístaðin fyri at royna at skora hjá mótstøðuliðnum.

 

Upptøkan her, sum er frá norska TV2 boðar eisini frá, at viðmerkjararnir eru hugtiknir av sjáldsama Fair Play andanum hjá Honnu Hofstad Sørensen.