Fara at fundast við Jákup Martin í vikuni sum kemur (FM1)

(FM1) Hoyr næstformannin hjá EB/Streymi, Fróða Petersen seta orð á júst farna kappingarárið

Møguleiki er fyri, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi (Savnsmynd)

Møguleiki er fyri, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi (Savnsmynd)

##med2##

Umboðið hjá EB/Streymi í "Formansrundini" hjá FM1 ígjár var næstformaðurin, Fróði Petersen.

Umstøðurnar í 1. deild gjørdu, at EB/Streymur rættiliga tíðliga var bjargað í Betrideildini, men Fróði Petersen er ikki nøgdur við at enda á næstaftasta plássinum við 18 stigum. Á minussíðuni er eisini, at næstbesta liðið datt niður í 2. deild.

Fróði Petersen heldur tó, at Jákup Martin Joensen hevur gjørt tað væl sum høvuðsvenjari, og nevndin í EB/Streymi fer at fundast við Jákup Martin í vikuni sum kemur um eitt møguligt framhaldandi samstarv.

Tað er ikki drúgv tíð, so hevur EB/Streymur framúrskarandi umstøður bæði í Hólmanum á Eiði og við Margáir í Streymnesi, og tað hevur felagsliðið góðar umstøður til tey mongu yngru liðini eisini, og tað kann Fróði Petersen fegnast um.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Fróða Petersen í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1 ígjár.

Møguleiki er fyri, at Jákup Martin Joensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB/Streymi (Savnsmynd)

(Formansrundan: Fróði Petersen, EB/Streymur)