Fara at spæla langt út á kvøldið

1. DEILD: Teir, sum hava longsta teinin at ferðast vera ikki við hús fyrr enn fram ímóti midnátt

mynd: b68 á facebook

mynd: b68 á facebook

Fimta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður í kvøld.

Víkingur og B68 eru oddalið við 10 stigum.

Í kvøld skal Víkingur spæla á Sandi, meðan B68 eigur heimavøll á Svangaskarði ímóti teimum næstbestu hjá HB.

B36 hevur lagt bragdliga fyri og er á triðja plássi við 9 stigum. Í kvøld fær B36 vitjan av grannunum í FC Hoyvík, sum leygardagin vunnu fyrsta sigurin. Tað var á heimavølli ímóti AB.

NSÍ er á veg suður á Argir. AB bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum, meðan NSÍ er á fjórða plássi við 7 stigum.

Enn hevur tað ikki eydnast 07 Vestur at vinna fulla úrtøku. Fimta royndin hjá 07 Vestur at vinna fulla úrtøku verður í Klaksvík kl. 20 í kvøld.

 

KÍ – 07 Vestur: Bjarki Danielsen kl. 20.00

B68 – HB: Stephan Petursson kl. 18.30

B36 – FC Hoyvík: Bent Tommy Linklett kl. 20.00

AB – NSÍ: Aron Sofus Vest kl. 19.00

B71 – Víkingur:   Eiler Rasmussen kl. 19.15

 

Víkingur

4

3

1

0

10

4

10

B68

4

3

1

0

8

3

10

B36

4

3

0

1

7

4

9

NSÍ

4

2

1

1

12

8

7

B71

4

1

2

1

5

5

5

4

1

1

2

7

10

4

FC Hoyvík

4

1

1

2

6

10

4

07 Vestur

4

0

3

1

6

7

3

HB

4

0

2

2

4

8

2

AB

4

0

0

4

3

9

0

mynd: b68 á facebook