Bárður Olsen: AB ger tvey býtt brotsspørk (FM1)

(FM1) Hoyr Hanus Jacobsen hjá Víkingi og Bárð Olsen hjá AB seta orð á dystin AB-Víkingur 1-3 (1-2)

Bárður Olsen heldur, at AB hevði uppiborið stig í dystinum móti Víkingi í kvøld (Savnsmynd)

Bárður Olsen heldur, at AB hevði uppiborið stig í dystinum móti Víkingi í kvøld (Savnsmynd)

Víkingur vann góðan 3-1 sigur á AB úti í Vika á Argjum í kvøld. Víkingur kundi komið tíðliga á odda við brotssparki, men leigusveinurin Matthias Lamhauge bjargaði brotssparkinum. AB fekk marginalarnar í sín lut seinni í fyrra hálvleiki tá Hørður Tórsson hjá AB beindi bóltin í egið mál, og so var 1-0 til Víking. Fimm minuttir undan steðginum javnaði Eli Christianson til 1-1, men bert tveir minuttir seinni legði Arnbjørn Svensson Víking á odda 2-1. Sølvi Vatnhamar fekk høvið at gera brotssparksskaðan góðan aftur heilt móti dystarenda, tá Filip Djordjevic var feldur í brotsteiginum: Hesaferð sveik Sølvi ikki álitið, men staðfesti sigurin hjá Víkingi.

 

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Hanus Jacobsen beint aftaná dysturin var liðugur. Í Víkingi fegnast teir um at verða nærri oddinum aftur aftaná sigurin í kvøld.

2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Bárð Olsen hjá AB, ið heldur, at AB gjørdi tvey býtt brotsspørk. Bárður heldur ikki, at talan var um ein uppibornan sigur. Hann heldur, at AB átti nóg mikið av málmøguleikum til at tryggja sær stig í dystinum í kvøld.

Bárður Olsen heldur, at AB hevði uppiborið stig í dystinum móti Víkingi í kvøld (Savnsmynd)