Fara til oyggjaleikir við ungum hópi (FM1)

(OYL á FM1) Hoyr samrøðu við formannin í borðtennissambandinum, Andras Nolsøe

Føroyski borðtennishópurin á oyggjaleikunum í Gibraltar (Mynd: btsf.fo)

Føroyski borðtennishópurin á oyggjaleikunum í Gibraltar (Mynd: btsf.fo)

##med2##

Borðtennis sendir átta íðkarar til oyggjaleikirnar í Gibraltar. Fýra menn og fýra kvinnur. Fýra úr donskum feløgum, og fýra úr føroyskum feløgum.

Formaðurin í borðtennissambandinum, Andras Nolsøe greiðir frá, at føroyska liðið hevur vant nógv, og undan oyggjaleikunum hevur hópurin verið á venjingarlegu í Suðuroy.

Í liðkappingini skulu Føroyar royna seg móti Alderney og Grønlandi. Dystirnir millum Føroyar og Grønland eru ofta javnir. 

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Andras Nolsøe í SMS farna leygardag.

Føroyska landsliðið til oyggjaleikirnar:

Menn:
Eyðun F. Ellendersen (Sisu/MBK)
Fróði Fríðason Jensen (Amager BTK)
Hallur Thorsteinsson (Amager BTK)
Pætur Albinus (Tór)

Kvinnur:
Anna Mikkjalsdóttir (Sisu/MBK)
Britt Michelsen (TBF)
Rakul Mikkjalsdóttir (TBF)
Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór)

Venjari:
Simon Nykjær-Fisher

Hjálparvenjari:
Peter Hentze Niclasen

Føroyski borðtennishópurin á oyggjaleikunum í Gibraltar (Mynd: btsf.fo)

(Samrøða við Andras Nolsøe)